Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Allan Mørkøre um føroysku A-landsliðsúttøkuna

John William Joensen

Eg haldi tað sær gott út – landsliðsvenjarin hevur allar menn tøkar, men í onkrum føri kundi hann valt betri, sigur Allan Mørkøre

Landsliðsvenjarin, Jógvan Martin Olsen, hevur nú úttikið A-landsliðshópin, sum skal spæla ímóti heimsmeistarunum úr Italia og Skotlandi.

Vit hava fingið Allan Mørkøre at gjøgnumganga leikaralistan, og hetta er tað sum hann hevur at siga:

Jákup Mikkelsen B36,
Sjálvandi hann er sjálvskrivaður. Hann hevur eisini havt eitt gott kappingarár í ár og eg dugi ikki at síggja nakran sum kann avloysa Jákup í løtuni.

Meinhardt Joensen KÍ,
Meinahard Joensen er sera ivasamur. Hann hevur ikki spælt væl í ár og her haldi eg at landsliðsvenjarin átti at givið Rene Tórgarð hjá EB/Str møguleikan.

Fróði Benjaminsen B36,
Er eisini sjálvskrivaður – er hann tøkur eigur hann at vera á landsliðnum.

Mikkjal Thomassen B36,
Hevur ikki spælt so nógv í ár vegna skaðar. Hevur eisini verið uttanlanda, men hóast tað ikki hevur gingið so gott so hevur hann gjørt tað gott á landsliðnum og tí eigur hann plássið.

Bergur Midjord B36,
Bankar álvorliga upp á hurðina at vera ímillum teir 11. Hann hevur gjørt tað sera gott í ár.

Mortan úr Hørg HB,
Eg má siga sum er at eg skilji ikki hví hann er á landsliðnum. Her átti onkur annar at sloppið at roynt seg.
HB hevur ringastu verjuna í Føroyum í ár, men hóast hetta so hava teir tveir verjuleikarar á landsliðnum.

Christian H. Jacobsen HB,
Hann hevur heldur ikki havt eitt gott kappingarár.
Tað vóru sera stórir forvantingar til hann við skiftinum til HB, men hann hevur skuffað higartil. Hinvegin so spælir ein ørvísi á landsliðnum og tí hevur landsliðsvenjarin kanska sínar orðsøkir til at taka mannin við.

Rógvi Jacobsen HB,
Hann er sjálvskrivaður á landsliðnum.

Jákup á Borg HB,
Hann er 80% av HB liðnum í løtuni – er hann ikki við hava teir einki lið – tí eigur hann sítt pláss á A-landsliðnum.

Rasmus Nolsøe HB,
Eg ivist í honum – hann hevur sera trupult við at stýra HB verjuni – baði í ár og í fjør – er heldur ikki stórur, so her haldi eg at vit áttu at havt ein sterkari verjuleikara – Egil á Bø – Sìmun Eliasen – Clæmint Matras – ella Kaj Ennigarð úr KÍ.

Óli Johannesen TB,
Øll kenna mína meining um Óla – Eingin landsliðsleikari eigur at spæl við einum liðið í lægru føroysku deildunum – sjálvt um hann er liðskipari. TB liggur niðan fyri miðjuna í 1. deild so tað er snøgt sagt óakseptapilt.
Hinvegin so hevur hann gjørt tað OK tá hann spælir á landsliðnum, men í trimum av teimum seinastu dystinum hevur hann ikki klára seg væl og ger alt fleiri bítt fríspark tí hann ikki longer klárar at fylgja við.

Sámal Joensen GÍ,
Stríðsmaðurin, sum er komin sera væl við aftur – og sjálvandi eigur hann pláss á landsliðnum.

Marni Djurhuus EB/Streymur,
Er fantastiskur, ungur leikari – eingin hoyrir nakað til hann, men hann ger sítt arbeiði til lítar.

Pauli Hansen Skála,
Stríðsmaðurin á miðvøllinum. Hevur havt fleiri skaðar men hevur verið partur av einum hópið sum hevur vent gongdini á skála og tað er í lagið at hann er við.

Hjalgrím Elttør NSÍ,
Stuttligt at síggja hann aftur á landsliðinum. Vit kenna hann sum ein seriøsan og spennandi leikara og spælið sum hann hevur víst í seinastuni eigur at siga venjaranum at hann eigur at vera millum teir 11 sum byrja móti Italia.

Símun Samuelsen Keflavík,
Skorðar í heilum og er tí eitt gott væl hjá landsliðsvenjaranum.

Atli Danielsen Frem,
Eisini OK – er stabilir og royndur leikari.

Andrew av Fløtum Fremad Amager,
Eg má siga sum er at eg eri farin at ivast í honum . Hann hevur verið úttikin hvørja ferð, men veruleikin er at hann spælir lítið og er nógv skaddur – so kanska átti hann at fingið eina pausu frá landsliðnum.

Christian L. Holst Lyngby,
Skorðar nógv og eigur at vera á landsliðnum.

Jón Rói Jacobsen,
Sjálvskrivaður nú hann er tøkur aftur.

Súni Olsen Aab.
Hann hevur ikki spælt við Aab í seinastuni, men vit kenna hann væl og trupult er at seta spurning við tað sum hann hevur gjørt á landsliðnum.