KÍ hevur sett Allan Joensen og Finn Baldvinson í starv sum venjarar hjá 1.deild
Týsdagin 5. februar kl. 18 byrjar venjingin hjá 1.deild og unglingum.
Í vetur hava vaksnu leikarar felagsins vant saman við formulahópinum, men týsdagin byrja unglingarnir og 1.deild at venja undir leiðslu av nýggja venjaraparinum, Allan Joensen og Finn Baldvinson.
Leikarar, sum ætlað at spæla við unglingunum og 1.deild í ár verða bidnir um at møta stundisliga til venjing týskvøldi kl. 18, stendur í stuttum tíðindaskrivi frá KÍ.




