Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Allar útbjóðingar skullu verða gjøgnumskygdar og bodnar út sum fakútbjóðingar

Tíðindaskriv

Tey síðstu árini eru alt fleiri og fleiri av almennu útbjóðingunum í byggivinnuni útbodnar sum høvuðsarbeiðstøkur.

Tey síðstu árini eru alt fleiri og fleiri av almennu útbjóðingunum í byggivinnuni útbodnar sum høvuðsarbeiðstøkur.

Hetta meta vit, ið vanliga eru undirveitarar, er ein sera óheppin gongd.

Samstundis sum rákið uttaneftir og marknaðurin ynskja gjøgnumskygni og sporføri, mugu vit ásanna, at hesin útbjóðingarhátturin als ikki er í trá við tað.

Rættuliga nógv tíð skal til at rokna hvørt einstakt tilboð, um ein skal hava møguleika at verða við í kappingini. Tvs. at allir teir ymisku fakbólkarnir nýta nógvar tímar hvørja ferð.

Tá tilboðini hjá høvuðsarbeiðstøkunum so eru upplatin, er vanligt, at vit, sum eru undirarbeiðstakarar, einki frætta. Ringir man so til høvuðsarbeiðstakaran, sum man hevur givið tilboð til, so fær man als ikki eitt greitt svar, hóast svarið skuldi verið greitt, nú tilboðini eru latin upp.

Eitt annað, sum kann verða óheppi, er, at tilboðini frá undirveitarunum eru latin upp, áðrenn sjálv útbjóðingin er. Annað er eisini, at projekterandi og kundin ikki fáa at vita, hvat rætti kostnaðurin er hjá hvørjum faki.

Tað liggur nakað loynt í hesum framferðarháttinum, sum vit ikki halda tænir tí føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Tað verður ofta ført fram, at tað hevur fíggjarligan fyrimun, hvussu útbjóðingar fara fram.

Vanliga er tað eisini so, at ein høvuðsarbeiðstakari, ið hevur ábyrgd av undirveitarunum yvir fyri kundanum tekur sær eitt umsitingargjald fyri hetta arbeiði. Eitt sovorðið gjald er sjálvsagt, men er betur farið, um tað varð brúkt beinleiðis til tey ymisku fakeftirlitini.

So tað er lætt at síggja, at fyri kundan er fakarbeiðstøkan tann útbjóðingarhátturin, ið gevur hægstu góðsku og mest gjøgnumskygda kappingarføra marknaðarprísin.

Um eyka arbeiði skal gerðast undir eini fakarbeiðstøku, skal arbeiðið avroknast beinleiðis við kundan og ikki við einum eykaðkostnaði ígjøgnum ein høvuðsarbeiðstakara.

Vit vilja tí staðiliga heita á avvarðandi myndugleikar, um at arbeiða fyri, at allar útbjóðingar eru gjøgnumskygdar og verða bodnar út sum fakútbjóðingar.

Hesin háttur ger, at eitthvørt fak kann eftirmeta boðið, ið tað hevur latið og soleiðis fáa nakað av vitan burtur úr arbeiðinum, hóast man ikki hevur vunnið útbjóðingina.

Vinarliga 

El – Service 

LM – Electric 

EL – Teknik 

EL – IN 

EL-NET

EL.FO 

KEV 

Install 

TTS 

Elmek

Torfinn Nielsen 

Einar Mikkelsen 

Tummas Eli Hansen

Elektrikarin Palli á Dul