Nú eru allir bólkar kunngjørdir til næstu útgávuna av Wacken Metal Battle Føroyar, iðverður hildið í Sjónleikarahúsinum 15. og 16. mars 2013
Allir bólkar kunngjørdir til Wacken Metal Battle Føroyar
Nú eru allir bólkar kunngjørdir til næstu útgávuna av Wacken Metal Battle Føroyar, ið
verður hildið í Sjónleikarahúsinum 15. og 16. mars 2013. Bólkarnir eru átta í tali og eru
nógvar ymiskar tungmálmssjangrur umboðaðar.
Bólkarnir ið luttaka eru sostatt:
Earth Divide
Reduced To Ash
Tidal Crush
Konqueror
The Happening
Synarchy
Asyllex
Sic
Høvuðsnavnið er progressivi tungmálmbólkurin Heljareyga við Hera Joensen úr Týr á
odda. Bólkurin, ið er heldur sjaldsamur at síggja á palli, fer at framføra aftaná at
vinnarin er kunngjørdin leygarkvøldið.
Í ár er tað áhugabólkurin Upp Við Hornunum, ið er høvuðssamskipari av tiltakinum. Fyri
at skapa bestu karmar til Metal Battle hugtakið, verður eisini samstarva við
Norðurlandahúsið, Tutl, Ljøð-Tøkni og Tórshavnar Kommunu, ið øll stuðla tiltakinum.




