Í samband við framúr valúrslitið hjá Anfinni Kallsberg, bjóðar politiska kempan til opið hús á Hotel Norð í kvøld frá kl. 18.00.
Tað var ein ovurfegin Anfinn Kallsberg, sum ringdi til Norðlýsið í morgun og takkaði fyri stuðulin, samstundis sum hann bað okkum kunngera fyri øllum føroya fólki, at hann bjóðaði øllum til "opið hús" á Hotel Norð á Viðareiði í kvøld frá kl. 18.00.
Við valið hesaferð gjørdist Anfinn Kallsberg stóri stemmuslúkurin við ikki færri enn 3276 atkvøður og í Klaksvík fekk hann 772 atkvøður ímóti 969 í Norðoyggjum.
Úrslitið av valinum má sigast at vera ein ótrúliga flott uppbakking til Anfinn Kallsberg, so sigast má, at politiski úrmælingurin á Viðareiði hevur ongantíð staðið sterkari í politiska leikinum enn júst nú og tað gevur orsøkir til at bjóða øllum til Viðareiðis at feiðrað sigurin.




