Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Allir føroyingar skulu útbúgva seg í Føroyum

Danial Viðoy

Sjálvstýrisflokkurin hevur tikið avgerð um, at stilla upp til komandi Fólkatingsval. Sjálvstýrisflokkurin, sum annars ikki heldur at Føroyar skulu hava fólkatingssessir, meinar at allir føroyingar skulu útbúgva seg í Føroyum.

Sjálvstýrisflokkurin hevur tikið avgerð um, at stilla upp til komandi Fólkatingsval. Sjálvstýrisflokkurin, sum annars ikki heldur at Føroyar skulu hava fólkatingssessir, meinar at allir føroyingar skulu útbúgva seg í Føroyum.

Jógvan Skorheim, nýklakti formaðurin í Sjálvstýrisformaðurin og formaðurin í landsnevndini, Poul Jákup Poulsen, stilla upp til komandi Fólkatingsval.

Eitt av aðalmálunum hjá Sjálvstýrisflokkinum er, at allir føroyingar í framtíðini útbúgva seg í Føroyum, ið hvussu er í gjøgnum ein føroyskan útbúgvingarstovn. – Tað sigur, Jógvan Skorheim við útvarpið í morgun.

– Tað kann elva til tann fólkavøksturin, sum vit í so nógv ár hava saknað, metir Jógvan Skorheim frá.

Spurdur um, hví Sjálvstýrisflokkurin stillar upp, tá ið hann ikki metir, at fólkatingssessir eru neyðugur fyri Føroyar, sigur Jógvan Skorheim at tað er týdningarmikið at ávirka, har tað er møguligt.

Við einum fólkatingssessi ber til at fáa ávirkan á røttum stað, og greiða dønum frá, at føroysku fólkatingssessirnir eru óneyðugir, og at tað er týdningarmikið við fleiri útbúgvingarmøguleikum í Føroyum.

Harleywoodpaint