Tíðindaskriv frá EIK: Føroysku peningastovnarnir eru felags um arbeiðið at útvega føroyingum MobilePay.
Tíðindaskriv frá EIK: Føroysku peningastovnarnir eru felags um arbeiðið at útvega føroyingum MobilePay.
MobilePay er ein app, sum ger tað møguligt hjá brúkarum skjótt og lætt at rinda í handlum og nethandlum, umframt at flyta øðrum pening. Neyðugt er bara at hava MobilePay appina á fartelefonini.
MobilePay appin er sera væl umtøkt í grannalondum okkara, og verður tað væntandi eisini í Føroyum, tá samstarvið er komið uppá pláss.
Enn er ikki greitt, nær hetta verður, men føroysku peningastovnarnir arbeiða fram ímóti, at hetta verður skjótast gjørligt.




