Harley
Klaksvík
6,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Alma: – Grindalistar alla mína tíð

Jóhann Lützen

– Listin har vit stóðu á kallaðist Stangabáturin 3, tí longu tá var bygdin vaksin so nógv, sigur Alma Petersen í stuttari viðtalu, nú grindalistarnir í Klaksvík eru á breddanum.

Alma Petersen er 84 ár og vaks upp beint oman fyri bedingina. Vit hava vent okkum til hana at frætta um hvussu hon minnist til grindalistar og at fáa grindina til høldar. 

– Grindalistar hava verið alla mína tíð. Eg minnist at báturin har vit vórðu á kallaðist Stangabáturin 3, tí longu tá var bygdin vorðin so stór. Gunnar Kallsberg var formaður fyri bátinum. Einar Kallsberg plagdi at dagføra listan og tað gjørdi hann beint aftaná nýggjár á hvørjum ári, sigur Alma. 

 – Beiggjarnir hjá mær vórðu óførir at skera upp og pápi mín eisini. Tá pápi eldist, vórðu tað beiggjarnir, sum tóku sær av øllum. 

Grindalistaskipanin hevur eisini eina sosiala síðu. Tá hvalurin skal skerast upp, standa ofta ymisk ættarlið av ymiskum slektum yvirav hvørjum øðrum. Tá er mangan at gott prát stendst. Tey eldru kanska sita og hyggja at eisini, ímeðan tey yngru skera upp – og ivaleyst meta tey eldru um handalagi á teimum yngru!

– Eg minnist at tey sum ikki vórðu nóg birg at taka upp sjálvi, fingu grindina koyrda til dyrnar. Tað var Hermod Thorsteinsson, sum koyrdi grindina út við lastbili. Hann fekk vist nokk eitt oyra fyri tað og hetta hildu fólk verða eina góða tænastu, sigur Alma at enda.