Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Almannaverk ella ekviperingsstova

Oliver Joensen

Broytingin til eitt valdømi hevur sett síni ræðandi spor í samfelagið. Hetta hevur so líðandi verið gjørt við almennum risajáttanum til miðstaðarøkið, har duldar ætlanir eftirhondini eru avdúkaðar við universitetsbygging, granskaralund, skúlabyggingum, sjúkrahúsbyggingum, superhavn til bæði fólka- og farmafluttning, nýggjum flogvølli o.s.fv. Tey, sum trýstu tað eina valdømið niðuryvir land og fólk, halda fram við sentraliserings ørskapinum í miðøkinum, har umleið 40 % av føroyingum nú, eftir politiskar royndir í fleiri ár at drena hini økini fyri ungfólk, búgva.

Samstundis sum hetta fór fram, vóru royndir gjørdar at skerja og niðurlaða almennar stovnar í økjunum úti um landið. Landspolitikarar gjørdu seg inn á bæði skúlar, sjúkrahús og aðrar almennar stovnar við syndarligari gremjan um m.a. kostnaðarmiklar dupultfunktiónir.

Fólk úti í framleiðsluøkjunum, har meginparturin av føroyingum framvegis trívst og vil búgva, mótmæltu hesum sjúkligu ætlanum. Tey vildu ikki góðtaka, at alt landsins ríkidømi, vunnið við hørðum stríði og arbeiðisstrevi, skuldi lutast einum minniluta í miðstaðarøkinum- eitt stórt ríkidømi á fáum, loftnaðum hondum. Tað eydnaðist at venda gongdini, takkað veri fúsum vinnulívsfólki, seriøsum lokalpolitikarum og signaðum fiskiríkidømi. Liviligt bleiv aftur uttan fyri miðstaðarøkið, og fólk leitaðu aftur á slóðina, har havt varð fyri munni “Nú grør aftur um gangandi fót.”

Ørvitisætlanin man hava sett ov stór krøv til høvuðsstaðarkommununa. Tað kann vera orsøkin til, at óvanligar útreiðslur seinastu árini hava fingið fast pláss á landsfíggjarlógini. Áhaldandi kravið frá landspolitikarum um støðugt hægri tilfeingisgjald frá fiski-og alivinnuni botnar helst eisini í kostnaðarmikla ørvitisprojektinum um sentraliseringar. Onkur heldur, at nú verður beinleiðis álagt vinnuni at gjalda fyri politiska vitloysishallið.

Sum øllum kunnugt hevur nógvur peningur seinastu árini verið nýttur at lokka føroyingar heimaftur. Stórar kampanjuherferðir frá landi og miðstaðarkommunu, politikarar við embætismonnum á óteljandi sjarmuferðum til Norðurbryggjuni at royna, men úrslitið sera soltið. Onnur øki í landinum hava av neyð eisini nýtt kreativ átøk at vaksa um fólkatalið í kommununi. Hetta útviklaði seg til eina kapping millum ymisku økini í landinum um at fáa flest fólk at flyta heimaftur til “sítt øki”.

Tað nýggjasta er so avtalan við Almannaverkið. Borgmeistarin í Havn kunnger skrivliga, at kommunan nú gevur fólki “virknisvenjing.” Tað er, at arbeiðsleys beinanveg kunnu brúka sínar førleikar. Hetta er fyri tey, sum júst eru flutt til landið uttan arbeiði, og tey, sum eru dottin úr ALS. Hetta fyri at fólk verða knýtt til arbeiðsmarknaðin. Hetta er at vísa samfelagssinni, men eisini at taka ábyrgd, tí tað er umráðandi at hava eitt arbeiði, sigur borgarstjórin. Arbeiðsroyndir kunnu vera lykilin til varandi starv á almennum ella privatum arbeiðsplássi, sigur hann víðari. Virknisvenjingin kann vara í 6 mánaðir. Almannaverkið ber útreiðslurnar av átakinum, og Tórshavnar kommuna byrjar at taka fólk inn beinanvegin.

Sera áhugavert, at tað almenna enn einaferð gevur Tórshavnar kommunu fyrimun og vil gjalda fyri at fólkið (júst flutt til landið, arbeiðsleys og dottin úr ALS ) verða stýrd til Havnar. Hetta minnir nakað um Lars Løkke, sum bleiv “ekviperaður” av flokki sínum, Venstre, fyri 152.000 kr. fyri at hann kundi virka attraktivur hjá donskum veljarum. Líkt er til, at Almannaverkið hevur átikið sær at ekvipera og pynta ávísan borgmeistara og kommunu hansara, so tey virka aktraktiv fyri arbeiðsleysar føroyingar og lesandi. Kanska átti formaðurin í Føroya kommunufelag at borið so í bandið, at landstilboðið eisini var galdandi fyri aðrar kommunur, ella onnur økir, í landinum.