Í dag klokkan 15 – 17 verður almenn móttøka á Norðlýsinum (Rygsvegur 3) í sambandi við at blaðið hevur fingið nýggjar eigarar.
Í dag klokkan 15 – 17 verður almenn móttøka á Norðlýsinum (Rygsvegur 3) í sambandi við at blaðið hevur fingið nýggjar eigarar.
Vit bjóða okkurt gott at eta og drekka og nakrar røður verða eisini hildnar.
Røðarar verða:
Rigmor Dam, landsstýriskvinna við mentamálum
Jógvan Skorheim, borgarstjóri
Karl Birgir Isaksen, formaður í vinnulívsráðnum í Norðoyggjum
John William Joensen, fyri gomlu eigararnar
Jóhann Lützen, fyri nýggju eigararnar.
Tit eru øll vælkomin og vit gleða okkum at heilsa uppá tykkum.
(Her finnur tú okkum):




