Í samband við at RVtøkni er flutt í nýggj hølir og at tað í ár eru 10 ár síðani at felagið varð stovnað, ynskja vit at bjóða øllum til almenna móttøku hósdagin 9 november á Stangavegi 23 í Klaksvík
Tað er við gleði, at vit bjóða tær vælkomnum hósdagin 9.nov frá kl 14-18. Høvi verður at síggja nýggju snotiligu hølini og at heilsa uppá okkara fyrikomandu starvsfólk.
Vit bjóða pinnamat, kakur, kaffi og okkurt til børnini!



