Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Almennar íløgur í undirstøðukervið 2009

John William Joensen

Tunnil Norð um fjall (+ byrging um Haraldssund) fingu 22 milj. kr. á fíggjarlógini 2009 – Bert Sjálvsstýrisflokkurin atkvøddi ímóti.

Táið fíggjarløgtingslógin varð samtykt, gjørdist samstundis greitt, at játtaðar vóru 92,5 milliónir krónur í undirstøðukervið kring landið. Upphæddirnar eru samtyktar við C-átekning, tvs., at landsstýrið ikki hevur heimild til at flyta játtaða fæið, uttan so, at málið verður tikið uppaftur á tingi. Hesi seinastu árini hevur tað ferð eftir ferð verið ein trupulleiki, at landsstýrið ikki hevur tikið viljan hjá løgtinginum til eftirtektar, og hevur flutt runt við upphæddunum, alt eftir sum reykurin hevur staðið á viðkomandi landsstýrismanni. Fíggjarnevndin hevur nú steðgað hesi mannagongd við eini C-átekning, harvið hevur løgtingið nú tikið sítt sjálvsagda vald aftur.

Annars er býtið av íløgunum hetta:

Øravík-Hov. 2.600.000

Dagføring av brúm og tunnlum. 4.100.000

Trygdartiltøk, størri ábøtur og til at taka. 6.000.000

Vegagerð í Leirvík. 20.000.000

Vegagerð í Kallsoy, vegir, tunnlar og havnir. 2.500.000

Hvalbiartunnilin. 3.000.000

Brúgvin um Streym. 5.000.000

Leynatunnilin. 5.300.000

Tunnil Norð um fjall (+ byrging um Haraldssund). 22.000.000

Skálavík, brimverja. 1.000.000

Havnin í Skúvoy. 7.000.000

Vegurin omanfyri Skálafjørð (Skálabotn). 10.000.000

Ringvegur omanfyri Runavík-Saltanagará-Glyvrar. 2.000.000

Rituvíkarvegurin 2.000.00