Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Almennar veitslur

John William Joensen

Høvuðsstaðarpressan ger í hesum døgum nógv burturúr nýggja landsstýrinum, serliga hava landstýrismenn og løgmaður staði fyri skotum og seinasta skotið á stammuni er ein grein um móttøkuna hjá løgmanni á Tvøroyri.

Sagt verður at hetta var ein privat veitsla, sum tað almenna skal gjalda.
Tað var Pauli Ellefsen, løgmaður, sum á sinni avtók løgmansveitslurnar ið siður var at halda tá. Síðani hava vit ikki sæð nakað til løgmansveitslur, tó tað kanska er ein spurningur um minni av almennum peningi hevur verið nýttur til veitslur síðani tá.
Tá ein persónur er vorðin løgmaður er helst sera lítið avlop í tíð eftir hjá viðkomandi at vera privatpersónur og at skipa fyri móttøku tá løgmaður tekur við kann valla haldast at vera vánaligur skikkur og nógv lættari at skilja, enn útferðir veitslur og annað, sum almennir stovnar skipa fyri.
Tað var ikki sørt at høvuðsstaðarpressan byrjaði at hava áhuga í hvat tær almennu veitslurnar kostaðu, tá Annfinn Kallsberg onkuntíð hissini skipaði fyri onkrum almennum á Viðareiði. Sera lítið hevur verið at sæð í fjølmiðlunum um, hvussu nógv tað almenna brúkar á hotellum og matstovum í høvuðsstaðnum. Tú kemur valla á gátt á gistingarhúsunum í høvuðsstaðnum uttan at skilti vísa á at eitthvørt alment virksemi er í húsinum, tað verið seg skeið, fundir og annað.
Kanska kann spurnartekin setast við, um tað er rætt at løgmaður hevur tvinnar móttøkur. Skal bert tann eina vera, so er vælsagtans onki forgjørt í, at løgmaður velur at hava móttøku í valdøminum, sum hevur borið hann í heita stólin í landsstýrinum, tí frammanfyri sær hevur hann helst nógvar og langar arbeiðisdagar í Tinganesi har ríkiligt av møguleikum verður at hitta almenn umboð í Havn.

Harleyfacadeacryl