Sambært fíggjarlógaruppskotinum kostaði Landsfyrisitingin umleið 100 mió.kr. um árið og kostnaður er býttur út á 7 stjórnarráð, ið eru staðsett ymsastaðni í Tórshavn. Samlaðu útreiðslurnar at umsita almennu Føroyar (land/kom.) eru umroknað til húsarhald 2015 heilar 323.000 kr. pr. húsarhald.
Sambært fíggjarlógaruppskotinum kostaði Landsfyrisitingin umleið 100 mió.kr. um árið og kostnaður er býttur út á 7 stjórnarráð, ið eru staðsett ymsastaðni í Tórshavn. Útreiðslurnar at umsita almennu Føroyar (land/kom.) eru umroknað til húsarhald 2015 heilar 323.000 kr. pr. húsarhald.
Flestu stjórnarráðini hava færri enn 20 starvsfólk. Hetta ger, at arbeiðið kann gerast ineffektivt, og lutfalsliga ov nógv orka fara til umsiting heldur enn til myndugleika- og ráðsuppgávur. Ætlanin er at tillaga bygnaðin soleiðis at hann stuðlar undir eini rationalisering av virkseminum í landsfyrisitingini. Ætlanin er eisini at orða uppskot til, hvussu landsfyrisitingin kann húsast, soleiðis at fult virði kann fáast av eini bygnaðarbroyting. Løgmansstjórin og aðalstjórin í fíggjarmálum standa fyri arbeiðinum. Sum skilst er ætlanin at samanleggingar og rationaliseringar skulu spara skattgjaldarunum 10% av teimum 100 mió. sum í dag verða brúktar til umsiting ymsastaðni í Havn.
Samlaðu útreiðslurnar hjá landskassanum verða í 2015 kr. 4,5 mia.
Samlaðu útreiðslurnar hjá Landskassanum kostar tað sum svarar til 240.000 kr. um árið pr. húski.
Harafturat kosta kommunurnar umleið 1,5 mia. kr. og hettar svarar til 83.000 kr. pr. húski um árði.
Útreiðslurnar at umsita amennu Føroyar (land/kom.) eru sostatt 323.000 kr. pr. húsarhald.




