Tað er harmiligt, at toilettini við skýlið ikki skulu fáa frið. Ótangar hava sorað kummur og brotið frárensl.
Kommunan hevur gjørt sera snotulig toilettir í eystara enda á skýlinum við fótbóltsvøllin. Men tíverri fáa tey ikki frið. Toilettini eru kanska fyrst og fremst ætlaði til gestir hjá okkum í Klaksvík, fólk, ið koma hendavegin til fótbóltsdystir og annað seta sjálvandi prís uppá at atgongd er til almenn toilet og eisini er hetta ein tænasta til borgararnar í býnum og tí er tað ómetaliga harmiligt og vánalig borgaraábyrgd, at toilettini skulu fáa slíka viðferð.
Jón Harald Poulsen, sum dagliga hevur ábyrgdina av toilettunum harmast ógerðirnar og sigur, at um hetta heldur áfram, so hevur tað í síðsta enda við sær at vit noyðast at steingja og tað er harmuligt og ein skomm fyri okkum sum her búgva.
Norðlýsið skal við hesum heita á øll, sum ganga framvið, at hava eyguni við sær, og siga býráðnum frá um tey vera varðug við ólevnað við toilettini. Eisini ber til at ringja beinleiðis til umsjónarmannin, Jón Harald Poulsen á tlf. 217420




