Í Skúlanum við Ósánna verða bæði fyrilestrar og kjak við pallborðsluttakarum.
Kl. 19.00 verður almennur fundur í Skúlanum við Ósánna í Klaksvík.
Evnið verður: Fiskatilfeingið við Føroyar í dag og í framtíðini
Jón Brian Hvidtfelt, tíðindaleiðari í Miðlahúsinum stjórnar fundinum.
Fyrilestrar vera við hesum persónum:
Petur Steingrund, doktari í fiskifrøði heldur fyrilestur um botnfiskastovnarnar.
Jan Arge Jacobsen, doktari í fiskifrøði heldur fyrilestur um støðuna hjá uppisjóvarstovnunum.
Dennis Holm, formaður í fiskidaganevndini leggur upp til kjak.
Pallborð
Pallborðið verður mannað við Petur Steingrund Havstovan, Jan Arge Jacobsen, Havstovan, Herálvur Joensen, stjóri í Føroya Reiðarafelag og Dennis Holm, formaður í Fiskidaganevndini.
Eftir fundin verður kaffi hugni.




