Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Almennur fyrilestur á Fróðskaparsetrinum

John William Joensen

Fróðskaparsetrið og Føroya Fróðskaparfelag skipa fyri almennum fyrilestri mikukvøldið 11. mai.

Tá ferð mannfrøðingurin Firouz Gaini at halda fyrilestrinum “Harmljóð úr suðurlondum” um bókina Tristes Tropiques hjá franska mannfrøðinginum Claude Lévi-Strauss (f. 1908). Fyrilestrinum verður klokkan 20 í Ovastovu í Nóatúni.

Bókin Tristes Tropiques – hin mest lisna, men minst vísindaliga hjá høvundanum – er ferðafrásøgn, sjálvsævisøga og heimspekiligar hugleiðingar í senn. Lévi-Strauss leitar til fánýtis eftir `óspiltum´ mentanum á mest fjarskotnu leiðum heimsins. Speiskur og dapur lýsir hann hvussu Evropa hevur broytt suðurlondini – uttan virðing fyri mentan og náttúru teirra – til avskeplað samfeløg uttan røtur og samleika.
Firouz Gaini er mannfrøðingur, granskari og høvundur. Hann er útbúgvin á universitetunum í Oslo og Keypmannahavn, men hevur síðan 2001 verið knýttur at Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

Harleywoodpaint