Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Almennur fyrilestur við Dagi

Hondbóltssamband Føroya

Almennur fyrilestur við Dagi Sigurðssyni í kvøld.

Dagur Sigurðsson er kendur íslendskur hondbóltsvenjari og fyrrverandi landsliðsleikari. Dagur er í løtuni venjari hjá týska manslandsliðnum. Undir hansara leiðslu vann Týskland fyrr í ár Evropameistaraheitið, og í summar á Olympisku leikunum í Rio vann Týskland bronsu.

Fyrilesturin verður nú mánakvøldið 28. novembur kl. 19.00 í snotuligu hølunum hjá Bank Nordik á Oknarvegi í Havn. Dagur fer at fortelja um sína hondbóltslívsleið, um íslendskan hondbólt, hví lítla landið Ísland er so frammaliga í altjóða hondbólti, og um leiðslu og motivatión og leiklutin sum venjari.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Vinarliga

Hondbóltssamband Føroya

Harleywoodpaint