Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Almennur peningur til ferðavinnuna

John William Joensen

Kjakast hevur dúgliga verið um ferðavinnuna og ikki er sørt, at víst hevur verið á, at hendan vinna kundi gerast okkum eins stór ella størri enn fiskivinnan, bert vit dugdu at marknaðarføra okkum.

Til marknaðarføring skal sjálvandi eisini brúkast peningur. Fólk innan ferðavinnuna í Føroyum hava í nógv ár trýst á landsstýrið og løgtingið, um at seta pening av, soleiðis at vit kundu menna hesa vinnuna nakað meira.

Ikki er sørt heldur, at eisini kommunurnar hava sett pening av við sama endamáli, alt við tí ætlan, at alment avsetti peningurin skuldi geva eitt eykaavkast til okkara búskap.

Oddagreinsskrivarin á Dimmalætting tók ein áhugaverdan tátt upp hesum viðvíkjandi. Hesin tekur líkasum spurningin upp, um tað ikki er at blaka peningin burtur, tá bæði løgting og kommunur brúka pening uppa marknaðarføring fyri Føroyum sum ferðamannaland, tá billettir til og úr Føroyum, bæði við skipi og flogfari næstan ikki eru til at uppdríva.

Løgið at ferðavinnan sjálv ikki hevur latið upp fyri einum kjaki í hesum sambandi, tí sum er hongur eftir, at løgting og kommunur blaka milliónir burtur, bert til stuttleika.

Hóast vit av og á hoyra um hagtøl sum royna at siga okkum, at ferðafólkatalið til Føroya er vaksandi, so hava vit sera ilt við at fáa eyga áhendan vøkstur.

Tá vit í hesum sambandi tosa um “ferðafólk”, so verður meint við “turistar”.

Gamaní tey tey nógv fleiri sum ídag ferðast ímillum Føroyar og útlandið og umvent enn tey gjørdu fyri 20-30 árum síðani. Men hvat vit hava fingið burturúr teim 100 tals milliónunum av almennum peningi sum vit hava brúkt til millum annað marknaðarføringar av Føroyum sum ferðamannaland er ilt at fáa eyga á.

Taka vit Norðoyggjar sum dømi, so er einki hotell ella nakað slíkt komið afturat hesi seinnu árini. Gamaní hava vit sæð nakað meira av fremmandafólki her síðani Norðoyatunnilin lat upp, men tað sigur onki um økta tilgongd av turistum til Føroya, tí við forðingini eftir sjónum um Lorviksfjørð, vóru vitjaninar eyðvitað munandi minni undan Norðoyatunnlinum.

Sum skilst, so er lítið lagt afturat hotelseingjarplássunum aðrastaðni eisini hesa somu tíðina, og ikki minst er sera sera lítið at síggja til “campingplássini”, ið kjakast hevur verið um í skjótt eitt mannaminni.

Skal ferðavinnan mennast her á landi, so eiga vit at fara nógv meira málrætta til verka og ikki minst eiga vit at fáa eitt kjak um hvussu vit gera og síðani evnað til ein miðvísan ferðavinnupolitikk, ið verður fylgdur av øllum, ið fyri almennan pening marknaðarføra Føroyar sum ferðamannaland.