Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Alment: Bárður J. Hansen spælir við NSÍ komandi ár

Jákup Ósá

NSÍ gevur jólagávu til síni viðhaldsfólk í dag.

Fyrr í dag skrivaðu vit, at tað ljóðaði, at Bárður J. Hansen fór at gera sáttmála við NSÍ. Nú boðar NSÍ frá, at sáttmálin er undirskrivaður. 

Heimasíðan hjá NSÍ skrivar: Anders Gerber, høvuðsvenjari, er sum vera man sera fegin um at fáa Bárð í hópin:

Bárður Hansen er en kvalitetsspiller som forstærker vores trup. Han har stor fart, 1:1 styrke, gode indlæg og masser af power. Med Bárður i truppen får vi den konkurrence på de defensive positioner som ønsket og tilmed stor fleksibilitet til fællesskabets bedste.

Gerber sigur at enda, at hann gleðir seg til at síggja Bárður saman við restini av hópinum til venjing 9. januar við Løkin í Runavík.

Sjálvur er Bárður spentur uppá avbjóðingina í Runavík:

– Tá vit nú hava valt at flyta heim aftur, so er tað av týdningi, at eg sum leikari havi besta møguleika at mennast í tí felagi, har eg spæli. Eg havi størstu virðing fyri Víkingi og felagið er mær kært, men í núverandi løtu havi eg brúk fyri einum ítróttarligum ‘kick’, og meti eg, at tað kann NSÍ geva mær. Samstundis vóni eg, at eg eisini kann vera við til at styrkja eitt sera gott og spennandi NSÍ-lið enn meira.

NSÍ hevur nú 23 yrkissáttmálar, og Bárður væntar sær nógv av hópinum:

– NSÍ hevur ein dugnaligan og spennandi hóp, og tískil eru vónirnar fyri góðum úrslitum sera góðar. Eg ivist onga løtu í, at NSÍ kann verða við í stríðnum um FM í komandi ári.

Bárður endar við at siga, at hann sær fram til eina spennandi og gevandi tíð í NSÍ.

Harleyfacadeacryl