Amnesty skipar fyri almennum tiltaki um Ísland og kvotaflóttafólk. Tiltakið er alment og verður í Posthúskjallaranum í Tórgøtu 8 í Havn hóskvøldið tann 27. apríl kl. 19.30
Amnesty skiparfyri almennum tiltaki um Ísland og kvotaflóttafólk. Tiltakið eralment og verður í Posthúskjallaranum í Tórgøtu 8 í Havn hóskvøldið tann27. apríl kl. 19.30
Sum liður íarbeiðinum at lýsa flóttafólkaevnið, hava vit bjóðað tveimum umboðum úrÍslandi at greiða frá, hvussu Ísland hevur átikið sær leiklutin athjálpa kvotaflóttafólki seinastu nógvu árini.
Endamálið viðkvøldinum er at skapa innlit í kvotaflóttafólkaskipanina hjá ST og at fáaeina mynd av, hvussu Ísland hevur samstarvað við ST um at hjálpa nøkrumútvaldum menniskjum í neyð.
Linda RósAlfreðsdóttir hevur arbeitt við evninum seinastu 10 árini sum fultrúi ííslendska vælferðarmálaráðnum, og hon fer at greiða frá íslendskuskipanini við kvotaflóttafólkum, og hvussu myndugleikar og sivilsamfelagátaka sær hesa avbjóðing saman við m.a íslendska Reyða Krossi.
Síðani fer ZahraMesbah at greiða frá hennara upplivingum. Zahra kom til Íslands saman viðsystur síni og mammu síni sum kvotaflóttafólk úr Afganistan í2012. Hon fer at greiða frá sínum persónligu upplivingum við at gerastpartur av íslendska samfelagnum, og hvussu íslendingar hava tikið ímótihenni, systur og móður.
Kvøldið verðurstýrt av Una Holm Johannesen, sum fer at seta upplegghaldarunumspurningar, eins og áhoyrarar sjálvsagt eisini fáa høvi at setaspurningar.
Sí eisiniheimasíðu okkara:
https://www.amnesty.fo/tidindi/adalfundur-2017/




