Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Alneyðugt at varpa ljós

John William Joensen

Gunvá við Keldu, býráðslimur, helt setanartaluna í sambandi við stuðulstiltak sum Bót til Bata saman við Treysti skipaði fyri leygardagin í Ósáskúlanum.

Gunvá við Keldu, býráðslimur, helt setanartaluna í sambandi við stuðulstiltak sum Bót til Bata saman við Treysti skipaði fyri leygardagin í Ósáskúlanum.

——-

Júst hesin mánaði er bróstkrabbamánaði. Oktober mánaði er serligur á tann hátt, at dentur verður lagdur á at varpa ljós á bróstkrabba.

Vit sum komin eru her í dag, hava øll tað ynski og tann møguleika at vera við, nú Bót til Bata, sum er sjálvhjálparbólkur undir Krabbameinsfelagnum og Treystið skipa fyri stuðulrenning í Klaksvík.

“Bót til Bata”, ger á hvørjum ári átøk, sum varpa ljós á bróstkrabba í Føroyum. Í bólkinum sita kvinnur, sum hava verið raktar av bróstkrabba og bólkurin hevur til endamáls at hjálpa kvinnum, ið hava ella hava havt bróstkrabba og hava hesar kvinnur fingið upplæring at veita stuðul, ráð og vegleiðing til aðrar kvinnur. Tað hevur alstóran týdning fyri tey ið tað rakar og teirra avvarðandi, at hava onkran at tosa við.

Miðskeiðis í áttatiárunum skipaðu Sanna Dahl Niclasen, lækni og Sólrun Vinter, sjúkrasystir hjá Føroya Felag móti Krabbameini, sum felagið tá varð kallað, fyri einum fundi, har tosað varð um tørvin á einum sjálvhjálparbólki fyri kvinnur, ið høvdu fingið skurviðgerð fyri bróstkrabba. Hóast nógvar kvinnur møttu á fyrsta fundi og áhugi var fyri hesum, hendi ikki meira.

Ein spíri var tó lagdur og samskiftið millum Krabbameinsfelagið og nakrar av hesum kvinnum helt fram. Tær tosaðu m.a. um, hvussu ein møguligur bólkur skuldi virka og hvat navnið skuldi verða. Tað gjørdist meiri og meiri greitt, at tørvur var á einum slíkum bólki og á heysti 1988 varð bólkurin Bót til bata so stovnaður.

Ein tørvur sum skjótt vísti seg, var at kvinnur sum høvdu fingið staðfest bróstkrabba, og sum hóast væleydnaða skurðviðgerð og viðgerð annars, høvdu stóran tørv á at tosa um tað ið hent teimum var og at seta orð á tankar og kenslur. Tað hjálpti ómetaligt, at tosa við aðrar kvinnur í somu støðu.

Vit síggja í dag, at tíggjunda hvør kvinna fær hesa álvarsomu sjúku. Árliga fáa fleiri enn ein millión kvinnur kring heimin staðfest bróstkrabba. Í Føroyum er talið 20-25 kvinnur árliga, tær allar flestu eru eldri enn 30 ár.

Í fjør vóru 25 ár liðin, síðani bólkurin ”Bót til bata” varð settur á stovn. Nevndin virkar í dag við 12 kvinnum, við Heidi Hvidbro, sum forkvinnu og Turid Horn, sum næstforkvinnu. Eisini hevur ”Bót til Bata” tveir ráðgevandi sjúkrarøktarfrøðingar, sum eru Jancy Gaardlykke og Oddbjørg Johansen.

Vit kenna øll ljósareyðu sloyfuna, sum er merkið, ið verður brúkt í sambandi við bróstkrabba. Ígjøgnum árini hevur henda sloyfa verið ímyndin og hevur verið at sæð prentað á nógvum klæðum og lutum.

Sloyfan gjørdist veruliga kend eftir eina blaðgrein sum stóð í amerikanska blaðnum “Self”. Her var samrøða gjørd við Evelyn Lauder, verdóttir Estee Lauder, sum er eitt kent navn innan vakurleikaídnaðin.

Evelyn varð fødd í Wien í Eysturríki í 1936 og var av jødiskari ætt. Tá ið kríggið brast á, flýddi familjan fyrst til Belgia og síðani víðari til Onglands, har tey vóru í eini flóttafólkalegu á Isle of Man. Haðani fór familjan síðani víðari yvir um hav og komu til New York í 1940. Evelyn vaks til og næm sær góða útbúgving innan sálarfrøði og fólkalívsfrøði. Lívið kundi tykjast at vera ein dansur á rósum, men hetta broyttist, tá ið hon fekk staðfest bróstkrabba, sum hon tó kom væl frá. Henda hending var spírin sum gjørdi, at hon ynskti at arbeiða fyri at varpa ljós á bróstkrabba og á tann hátt fáa pening til vega til bæði upplýsing og gransking. Í sambandi við áður nevndu blaðgrein, so skapti hon saman við Alexandru Penney “The pink ribbon” sum gjørdist heimskent. Henda blaðgrein varð prentað í 1992 og var startskotið at gera ljósareyðu sloyfuna kenda.

Í ár hava kvinnurnar handan “Bót til Bata” fingið til vega vakurt armprýði, sum Turið Mohr sniðgevi hevur tilevnað. Armprýðið er silvur við sloyfuni gyltari við 14 karat gulli. Hetta armprýðið hava tit eisini møguleika at ogna tykkum í dag. Peningurin, sum kemur inn, fer óskerdur til gransking í bróstkrabba og til arbeiðið hjá “Bót til Bata”. Somuleiðis er eisini møguleiki at ogna sær ljósareyðu sloyfuna sum endurskin.

Í 2009 legði arbeiðsbólkur fram eina Krabbameinsætlan fyri Føroyar. Henda ætlan var fyrsta av sínum slag og hevði hon ikki færri enn 58 tilmæli um at betra viðurskiftini, sum innganga í eini sjúklingatilgongd og eisini hevði ætlanin fyribyrgjandi partin við. Endamálið við tilmælunum var at betra um dygdina av teimum veitingum ið kundu bjóðast og at hetta skuldi føra til, at fleiri koma væl ígjøgnum. Harafturat vóru tilmælini eisini ætlað at styrkja um fyribyrging og screening, sum aftur skuldu hava við sær færri krabbameinstilburðir ella færri álvarsamar tilburðir í Føroyum í framtíðini.

Arbeiðsbólkurin segði, at í prinsippinum eiga vit í Føroyum at seta í verk regluliga mammografiscreening av føroyskum kvinnum. Byrjað eigur at verða við aldursbólkinum 50-69 ár og so møguliga seinni útbyggja skránna til eisini at umfata ein størri aldurbólk.

Herfyri sóu vit júst umrøðu av hesum evni, har Bót til Bata vísti á, at viðurskiftini langt frá eru nøktandi, og gjørdi sína ávirkan galdandi, soleiðis at tað nú sær út til at Heilsumálaráðið arbeiðir við at seta screening í verk við ársbyrjan 2015.

Tað er ógvuliga umráðandi, at tann fyribyrgjandi parturin verður uppraðfestur, at møgulig sjúkueyðkenni vera staðfest tíðliga, so kvinnur ið verða raktar og teirra avvarðandi verða spard fyri ta sorg, ið bæði sjúkan og viðgerðin hevur við sær.

Í blaðsamrøðu við kvinnu ið varð rakt av bróstkrabba, segði henda kvinna,: ”…mangan tá ið tosað verður um krabbamein, so verður tosað, sum um vit eru á hermótinum. Vit eru í bardaga, vit vinna ella tapa, vit eru sterk, djørv og røsk, ella ikki”.

Ymiskar meiningar kunnu vera um hesa myndatalu, men víðari sigur hon, ”…sjálv kendi eg meg ikki aftur í hesum, tá ið eg varð rakt, og haldi eg tí ikki, at tað er rætt at brúka slík orð og vendingar. Eg helt meg ikki vera raska, eg helt meg ikki vera sterka og djarva. Tá ið krabbin herjaði uppá tað harðasta, hugsaði eg bara um at megna dagliga lívið og sleppa væl ígjøgnum tíðina í viðgerð. Eg royndi snøgt sagt bara at halda út og at fóta mær ein dag í senn”.

Hetta vísir okkum hvussu ógvusligt og hart krabbamein rakar. Tað er ikki bert kroppurin sum gerst sjúkur. Diagnosan og eftirviðgerðin ávirkar eisini tey allarflestu bæði sálarliga og sosialt.

Vit hava øll onkran, vit leita til í løtum við gleði, tá ið okkum gongst væl, og vit hava so sanniliga brúk fyri tí vit leita til, tá ið dimmu skýggini daga á himmalinum. Hetta kemur so væl fram í vøkru yrkingini hjá Martini Joensen, sum sjálvur merkti ágangin av krabbameini. Hann festi nakrar tankar á blað, sum so væl lýsa mótloysi, hjálparloysi og sorgina, men eisini tann hugin og trongdina at berjast ímóti, sum er so eyðsýndur hjá flestu okkara, sum so fegin vilja liva tað góða lívið. Hann yrkir:

Uttan teg var tøgnin tóm,

ljósið uttan lit og ljóm.

Ælabogin gráur var

um ei, Faðir, tú vart har.


Uttan teg var dagur nátt,

sólin átti ongan mátt.

Uttan teg var glóðin køld,

uttan teg var morgun kvøld.


Tá mín brekka gerst ov brøtt,

tá mær tokan gerst ov tøtt.

Faðir, fylg mær tá á leið,

tú, sum eina troyttast ei.


Hvirlur bresta á mín rút,

tigandi eg hyggi út.

Man í storminum tá eg,

Harri, aftur hóma teg?


Verjugarður mín ver tú;

vakta, Harri, mína búð.

Faðir, ver tú styrki mín,

leið meg loksins heim til tín.


Tá mítt berg mær gerst ov høgt,

tá hvørt vitaljós er sløkt,

Faðir, fylg mær tá á leið,

tú, sum eina troyttast ei.


Í dag varpað Bót til Bata saman við Treysti ljós á hvussu umráðandi tað er, at vit øll gerast tilvitað um tað neyðuga arbeiði at upplýsa um bróstkrabba. Meiri upplýsing gevur meiri stuðul og betri umstøður til gransking, sum aftur førir við sær at fleiri verða lekt.

Eg ynski tykkum í Bót til Bata bestu eydnu í tykkara arbeiði, eisini ynski eg Treysti blíðan byr og takk fyri tey átøk tit so áhaldandi gera, so vit øll kunnu gerast sunnari við at røra okkum meiri.

Somuleiðis ynski eg tykkum øllum ein góðan rennitúr og annars framhaldandi góðan dag.

Við hesum orðum seti eg dagin “Renn fyri bróstunum 2014”.

Takk fyri!