Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Alnótin tekur seg fram um pappírið á tíðindaøkinum

John William Joensen

Nýggjastu tíðindi fúka nú fram, og pappírsfjølmiðlarnir eru við at gerast niche- ella serfjølmiðlar

Nýggj kanning sum amerikanski kanningarstovnurin Zogby International hevur gjørt sýnir sambært business.dk, at alnótin nú verður tikin fram um sum kelda til nýggjastu tíðindi.

Kanningin vísir, at slakur helmingur av amerikanska fólkinum hevur alnótina sum frenstu tíðindakeldu. Hetta er ein øking við 40 prosentum sammett við seinasta ár.

Í Evropu fer menningin sama veg. Tøl frá European Advertising Association vísa, at alnótin er farin fram um vanligu fjølmiðlarnar sum bløð, sjónvarp og radio.

Í Danmark fer útviklingurin somu leið: prentaðu fjølmiðlarnir eru í afturgongd og har verður týðilig tyngd løgd á netið sum pall fyri tíðindaflutning.

Menningin nøkur ár fram
“Afturgongdin hjá dagbløðunum hevur verið at sæð í mong ár, og framgongdin hjá alnótini hevur sýniliga tikið dik á seg. Spurningurin er bert, um tíggju ella tjúga ár ganga, áðrenn stóru dagbløðini eru vorðin til niche- ella serfjølmiðlar. Hvussu skjótt tað fer at ganga, er tengt at hugburðinum ella strategiini hjá bløðunum,” sigur Jørgen Poulsen, professari á Instut for Kommunikation, Virksomhed og Informationstekno-logi á Roskilde Universitetscenter við business.dk.

Hetta verður eisini staðfest í og við, at prentaðu tíðindamiðlarnir, sum eru komnir best frá menningini seinastu árini, eru niche- ella serfjølmiðlar sum Børsen, Weekend-Avisen og Information.

“Politiken leggur seg nú eftir einum skarpari vitbornum profili, og bæði Jyllands-Posten og Berlingske Tidende hava sýniliga gjørt nógv burtur úr vinnuøkinum sum mótspæl til Børsen. Profilurin er trongligari, men tó framhaldandi meiri breiður enn í smáu niche- og serbløðunum. Hetta er óivað ein góð forrætningsrás nøkur ár fram,” sigur Jørgen Poulsen.

nj
Kelda: 180grader

Harleywoodpaint