Boð eru komin úr Fíggjarmálaráðnum, at tey eru farin at gera eina
yvirskipaða orðing um neyðtilbúgving í sambandi við møguligan
arbeiðssteðg. Hetta ljóðar ábyrgdarfult. Men handan orðini liggur
eitt tað størsta álopið á fólkaræðið, ið vit nakrantíð hava verið vitni
til.
Vit hava síðan áðrenn summarfrítíðina roynt at fingið landsstýrismannin í fíggjarmálum í
talu. Tað er hann, ið stendur aftan fyri hetta, men hóast nógvar royndir, ønir Aksel V.
Johannesen okkum ikki aftur.
Politiska valdið, við formanni í Javnaðarflokkinum á odda, er í ferð við at taka
samráðingarrættin frá okkum og niðurlaga fakfeløgini. Hann tykist at hava gloymt, at
flokkur hansara er sprottin úr fakfelagsrørsluni. Boðini til fakfeløgini eru greið, antin geva
vit okkum sjálvboðið, ella verður tað gjørt við lóg.
Hetta er ein álvarslig tíð fyri føroysku fakfelagsrørsluna, ið viknar hvørja ferð enn eitt
fakfelag letur seg tøla av politiskum snildum ella kroysta av hóttanum.
Vit fakfeløg eiga at vera vakthundurin heldur enn at renna ørindi fyri politiska
myndugleikan.
Lógarfest neyðtilbúgving skeiklar ikki bara javnvágina á arbeiðsmarknaðinum. Hon tekur
verkfall úr amboðskassanum hjá fakfeløgum og letur upp fyri diktaturi innan
arbeiðsviðurskifti.
Verkfalsrætturin er grundarlagið undir frælsum samráðingum og eitt av týdningarmiklastu
amboðunum í fólkaræðinum, ið vit kenna í dag.
Uttan møguleikan hjá løntakarum at leggja trýst á arbeiðsgevararnar er eingin
samráðingarrættur. Tað veit arbeiðsgevarin. Tað vita politikararnir. Og tað vita fakfeløgini
eisini.
Vit hava longu frammanundan sæð, hvussu lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum undir
skálkaskjólinum um tilbúgving hevur brúkt verkfall sum sparitiltak í heilsuverkinum.
Meðan heilsustarvsfólkið tók ábyrgd av teimum veikastu undir seinasta verkfalli hjá
sjúkrarøktarfrøðingunum, setti Fíggjarmálaráðið seg hendur í favn uttan at vilja flyta seg
ein tumma. Fólkið á gólvinum mátti renna skjótari, meðan milliónir vórðu spardar í
lønum.
Ímyndið tykkum skilið, um tilbúgvingin tá var lógarfest?At hetta er ein tilætlað roynd at tøma verkfalskassarnar, er eyðsæð. Vit hava áður sæð tvey
lock out av námsfrøðingunum við sama endamáli. Fakfeløgini skulu knúlvast, so valdið
verður fullkomið.
Neyðtilbúgving er eitt vakurt orð, men fyri Heilsuhjálparafelag Føroya og Felagið Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar er trupult at finna limir, ið ikki eru fevndir av hesi tilbúgving.
Okkara limir arbeiða allir við teimum veikastu, og lógarfest tilbúgving er tí avtøka av
okkara verkfalsrætti.
Søgan vísir okkum, at eingi arbeiðsrættindi eru komin av sær sjálvum. Tey eru vunnin
gjøgnum felags stríð, samhaldsfesti og viljan at standa saman. Verkfall er eisini eini vunnin
rættindi, ið okkara forfedrar góvu blóð, sveitta og tár fyri.
Eingin fer í verkfall til stuttleikar, men hetta amboð hevur framum øll onnur amboð
tryggjað skipaði viðurskifti fyri løntakarar. Verður hetta amboð tikið frá okkum, er eingin
trygd fyri, at vunnin rættindi verða verandi.
Tað eigur at gera allar løntakarar stúrnar. Tí tá politikarar fyrst byrja at skerja grundfest
rættindi hjá løntakarum, hvat verður so tað næsta?
Frælsar samráðingar krevja javnbjóðis styrki hjá báðum pørtum. Verður tann styrkin tikin
frá løntakarunum, er tað ikki longur ein fræls samráðing.
Fakfelagsrørslan er bygd á samhaldsfesti. Og tá rættindini hjá einum fakfelagi verða hótt,
eiga øll fakfeløg at kenna ábyrgdina at siga frá.
Hetta snýr seg ikki bara um eitt verkfall, hetta snýr seg um fólkaræði.
Óluva í Gong, forkvinna Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Mary Antonsdóttir, forkvinna Heilsuhjálparafelag Føroya