(Dystarfrásøgn) Tað var álopsparturin hjá KÍ við HjalgrímElttør og Páll A. Klettskarð á odda, ið bjargaði KÍ í Runavík, harverjuparturin var minni góður.
Líkindini vóru keðilig til fótbólt í Runavík leygardagin.Vindurin var frískur og kavaæl var mest sum allan dystin. Hetta gjørdi nokksítt til, at ikki so nógvir áskoðarar vóru til dystin. Á KÍ liðinum var einbroyting gjørd í mun til TB dystin. Henry Heinesen kom inn fyri Ivan Joensen. ÁNSÍ liðinum kom Jens Joensen inn fyri Monrad H. Jacobsen. Hetta gjørdi, at Jensfór í miðverjuna, meðan Pól Jóhannus Justinussen fór fram á verjukendamiðvøllin, har Magnus Olsen síðani datt aftur á høgra bakk.
Atli fekk hol á
Í fyrra hálvleiki gekk spælið fyri tað mesta fyri seg á miðvøllinum. Fáir stórir møguleikar vóru.Álvur Christiansen fekk teir báðar størsta hjá KÍ, men vandamikli vongurin varikki so avgjørdur hendan dystin, sum vit vanliga kenna hann. NSÍ hevði minstlíka nógv spæl, men tóktust minni vandamiklir. Vit fingu eitt mál í fyrrahálvleiki. Páll A. Klettskarð spældu útfrá til Atla Danielsen. Hann tók fyrsteina skot fintu, áðrenn hann smekkaði til við vinstra beininum frá 16 metramarkinum, og so var 1-0, ið eisini var hálvleiksstøðan.
Undirhald í seinna hálvleiki
Var fyrri hálvleikur eitt sindur keðiligur, so bleiv seinnihálvleikur munandi meira undirhaldandi. Í KÍ verjupartinum vóru ávísirtrupulleikar og serliga í høgru síðu hjá Jóhan Jacobsen kom NSÍ til fleirivandastøður, meðan serliga Sørmundur Kalsø hevði trupulleikar í miðverjuni. Íseinna hálvleiki kostaði hetta. Tá ein tími var farin slapp Árni Frederiksberg tilinnlegg úr vinstru. Frammanfyri málinum stóð Jann Martin Mortensen og so var1-1. Men KÍ skuldi bara geva bóltin upp, so kom KÍ aftur á odda. Ein langurbóltur frá Sørmundi Kalsø fann Páll A. Klettskarð. Hann spældi Hjalgrím Elttørleysan í høgru. Umvegis beinið hjá Jens Joensen, so dalaði bólturin niður tilPáll á sjálvari strikuni og so var 2-1 til KÍ. Eftir hetta legði NSÍ, ið hevðiundanvind í seinna hálvleiki, eitt trýst á KÍ málið og onkrir heilt stórir møguleikarspurdust burturúr. Men ikki fyrr enn trýstið var við at minka, javnaðu teir.Pól Jóhannus legði bóltin afturum KÍ verjuna og umvegis høvdið hjá Sørmundi,endaði bólturin við at liggja væl fyri hjá Klæmint Olsen, ið hesaferð vartryggur. 2-2 og tey flestu hugsaðu nokk, at KÍ nú hevði mist sigurin og helstfór at koma undir trýst, nú einans 10 minuttir vóru eftir av dystinum. Eitt málkom afturat, og leikararnir handan tað málið vóru vælleikandi og altíðvandamiklu Páll A. Klettskarð og Hjalgrím Elttør. Meinhardt Joensen sparkaðilangt út. 3-4 NSÍ leikarar fara upp í luftdystin móti Páll A. Klettskarð. MenPáll vann nærdystin og sneiddi afturum til Hjalgrím Elttør, ið fekk nógv plássat reka í. Hann gjørdi eins og Atli í fyrra hálvleik. Tók eina lítla skotfintuáðrenn hann legði bóltin við nærmastu stong við vinstra beininum. Løtu seinni skeyt Páll A. Klettskarð á yvirleggjaran eftir innlegg frá innskifta Ísak Simonsen, ið gjørdi góðan mun seinastu løtuna. Seinastuløtuna vardi KÍ liðið væl og tí bleiv úrslitið 3-2 til KÍ við avgerandi málinumí 87. minutti.
Profilarnir gingu á odda
At KÍ stóð eftir sum vinnarin var kanska ikki heilt í tráðvið leikgongdina og mál møguleikarnar, tí serliga í seinna hálvleiki kom NSÍtil nógvar stórar møguleikar. Hóast verjuparturin tykist heldur ótryggur, so erálopsparturin hjá KÍ í hesum báðum fyrstu dystunum í ár eins og í fjør millumteir bestu í landinum. Teir tríggir Páll A. Klettskarð, Hjalgrím Elttør ogÁlvur Christiansen skapa nógv hvønn einasta dyst og tykjast eisini meira avgjørdirenn leikararnir hjá hinum liðunum, tá møguleikarnir koma. Páll hevði avgerandilut í øllum trimum KÍ málunum, meðan Hjalgrím var við í tveimum. At Hjalgrím ogÁlvur eru fluttir longur fram á vøllin tykist hava gagnað liðinum. Eisini Atli Danielsen má sigast at hava fingið eina góða byrjan í KÍ. Móti TB átti hann stóran leiklut í tveimum av málunum, og í Runavík fekk hann sítt fyrsta mál fyri KÍ á hesum sinni. NSÍ liðiðleitar framvegis eftir at finna røttu samansetingina á liðinum og hóast liðið tiltíðir spælir góðan fótbólt, so eru týðuligir veikleikar í verjupartinum. KÍhevur fult stigatal og er oddalið í Effodeildini eftir tvey umfør. Komandiumfar – um 11 dagar – vitjar B36, iðkanska tykist sum besta liðið í deildini her í byrjanini.




