Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Álopsprofilur skiftur til Víking?

Jákup Ósá

Víkingur styrkir væntandi um hópin komandi ár við álopsprofili frá grannunum.

Víkingur styrkir væntandi um hópin komandi ár við álopsprofili frá grannunum.

Sambært keldum hjá Norðlýsinum, so hevur Víkingur – ella er í gongd við – tryggjað sær ein av stóru profilunum í Effodeildini til komandi ár. Talan er um álopsleikaran Adeshina Lawal. Lawal hevur seinastu árini verið millum størstu profilarnar í føroyskum fótbólti. Í 2014 var hann valdur til ársins leikara í Føroyum eins og hann sama ár var toppskjútti hjá føroyameistarunum úr B36. Í 2015 og í ár hevur hann verið toppskjútti hjá ÍF samstundis sum hann øll árini eisini hevur lagt upp til nógv mál.

Hjá Víkingi er helst brúk fyri álopsstyrki komandi ár, tí Finnur Justinussen er farin aftur til Danmarkar í lestraørindum. 31 ára gamli Adeshina Lawal hevur skorað 42 mál og lagt upp til 28 mál í 90 dystum í Effodeildini fyri B36 og ÍF.

Skiftið er ikki kunngjørt enn og skal tí takast við eitt sindur av fyrivarni.