Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Álopsspæl og spæligleði sigraðu

Jákup Ósá

Eitt álopssinnað og tendrað NSÍ lið vann á einum tungum og ómotiveraðum HB liði í Gundadali í seinnu hálvfinaluni og sostatt er NSÍ í steypafinaluni fyri fyrstu ferð í 11 ár.

Eitt álopssinnað og tendrað NSÍ liðvann á einum tungum og ómotiveraðum HB liði í Gundadali íseinnu hálvfinaluni og sostatt er NSÍ í steypafinaluni fyri fyrstuferð í 11 ár.

Eins og í gjár, so vóru tað teir,sum løgdu meira fyri bæði í innsatsi og álopsspæli, sum sigraðuí steypakappingini. NSÍ liðið hevði eina leiðslu á 1-0 og tíkundi ein vænta, at tað var HB, sum kom at leypa á frá fyrstabríksli. Men so var ikki. NSÍ venjarin Trygvi Mortensen hevðiheilt greitt lagt ein taktikk sum gekk út uppá, at liðið skuldifram á vøllin eftir minst einum máli á útivølli, tí tá skuldiHB hava 3 mál fyri at koma víðari. HB liðið tóktist hinveginrættuliga varið og helst var ætlanin at halda málið reint og soskora 1 ella 2 mál. Í øllum førum var álopsbogin hjáheimaliðnum ongantíð spentur út.

NSÍ vildi álopsspæl

Í fyrra hálvleiki fekk HB 2-3 góðarmøguleikar, men tað var sum oftast av tilvild heldur enn vegna gottspæl og sum oftast bleiv miðvøllurin lopin um, tá HB leyp á. NSÍfekk heldur ikki sítt spæl at koyra í fyrra hálvleiki, men íumstillingum gekk skjótt og tíðliga í dystinum hevði Klæmint A.Olsen stóran møguleika. Tað var tó eitt NSÍ lið, sum legðitrýst á høgt uppi á vøllinum og hetta gjørdi, at HB ongantíðfekk lagt nakað nevnivert trýst á NSÍ.

HB megnaði einki

Í fyrra hálvleiki skapti HB hóastalt einstakar góðar møguleikar, men í seinna hálvleiki komheimaliðið ikki til nakað fyrr enn ov seint var. Hóast NSÍ varframmanfyri 1-0 frá fyrra dystinum, so kundi tað sæð út ávøllinum sum um, at tað var NSÍ sum skuldi elta eitt mál. HB liðið var tungt og lítið skapandi og fekk framvegis ongantíð lagt trýstá. Tá HB so móti endanum flutti ein leikara úr verjuni og fram íálopi, so gav tað NSÍ bara betri pláss og tað gjørdi, at ÁrniFrederiksberg kundi skora einasta málið, sum endaliga staðfestiuppiborna sigurin hjá NSÍ. HB kom til onkran stóran møguleikaeftir málið, men tað var í grundini eisini NSÍ, sum stýrdi dystinum seinastu løtuna og allatíðina spældi fyri at fáa fleiri mál. Júst hugburðurin til fótbóltsspælið hendan dystin eigur NSÍ stóra æruav.

Kundi verið góður dystur

Samanumtikið kann ein siga, atálopsspæl og spæligleði sigraði í einum dysti, sum samanlagtvar eitt vónbrot, tí HB megnaði so lítið. Tað kundi annarsverið ein góður dystur, tí NSÍ legði upp til undirhald við atkoma í Gundadal við einum konseptið uppá at leypa á høgt uppi ávøllinum og tað gera og megna fá lið. Góða kappingarárið hjáNSÍ heldur fram, meðan HB spældi ein vánaligan dyst. Sunnudaginfáa vit so at síggja, um NSÍ eisini sendur HB úr FM stríðnum.Tað hava runavíkingar allar møguleikar til, tí NSÍ prógvaði íkvøld, at liðið nú torir at spæla og leypa á í Gundadali, ogteir gulu tóktust hava nógv størri yvirskot.

Harleywoodpaint