Lagt er upp til ársins poppveitslu, tá ið Alphabeat fer at spæla á Summar Festivalinum í august. Viðurkent enskt tónleikarit kallar bólkin fyri besta skandinaviska bólkin síðani ABBA
Rósandi orðini um tey fáa ongan enda. Tey áttu eitt skifti í februar mest sædda sangin á YouTube. Enskt tónleikarit kallar bólkin fyri besta skandinaviska bólkin síðani ABBA. Spice Girls hava ligið á knøunum fyri teimum. Og MTV roknar við, at tey í ár gerast eitt av stóru nøvnunum í europeiskum popptónleiki.
Danski bólkurin Alphabeat er farin frá einum sigri til annan seinasta árið, og eftir eina sera væl eydnaða konsertferð í Onglandi í februar mánaði, tykist mest sum púra greitt, at tað stóra gjøgnumbrotið bíðar handa hornið.
Bólkurin er blivin víðagitin fyri sín lætta og glaða popptónleik, og á pallinum eru tey framúr.
Hoppa í songini
Alphabeat hevur sín uppruna í danska býnum Silkeborg. Fyrstu árini spældu tey undir navninum Sodastar, men skiftu so til núverandi navn. Alphabeat gav í fjør sína fyrstu fløgu út, og hon fekk sera góð ummæli í donskum miðlum.
Ummælarar vóru ovurfegnir um tann glaðan og fangandi popptónleikin hjá bólkinum.
– Tú fært hug at hoppa í songini ella bjóða til veitslu eitt mánakvøld. Fyrsta útgávan hjá Alphabeat er eitt upplagt dansihitt, skrivaði Gaffa.
Sangir sum 10.000 Nights Of Thunder og Fascination hava verið stór hitt, og nú klatrar sangurin Boyfriend upp eftir hitlistunum.
Rokna við tí stóra
Í fjørheyst flutti bólkurin til London, og har skuldi grundarlag skapast fyri einum størri europeiskum gjøgnumbroti. Og tað er væl ávegis. Alphabeat stormar fram, fólk flokkast á konsertunum hjá teimum, og ummælarar skriva síni ummæli við stórum smíli.
– Steðga øllum, sum tú fæst við! Alphabeat er besti skandinaviski bólkur síðani ABBA. Tú mást lurta eftir teimum, skrivar virda tónleikatíðarritið NME.
Tónleikarásin MTV roknar við, at Alphabeat fer at gerast eitt av teimum heilt stóru nøvnunum í Europa í ár.
Søgdu nei til Spice Girls
Tað eru ikki bara ummælarar og miðlar, sum hava fingið eygað á Alphabeat. Enski gentubólkurin Spice Girls gjørdi comeback í fjør, og tá ið kryddaragenturnar skuldu spæla 17 útseldar konsertir á risastóru O2 Arena í London, varð Alphabeat biðin um at hita upp til hesar konsertirnar.
Men Alphabeat segði nei takk til kjansin, sum einhvør nýggjur tónleikabólkur bara kann droyma um. Bólkurin og tey, sum varða av bólkinum, eru sannførd um, at stórar tíðir eru fyri framman, og tey vilja ikki setast í samband við Spice Girls.
– Spice Girls var ein veitsla, Alphabeat er ein nýggj veitsla. Tì hevði tað verið skeivt at spælt konsertir saman við Spice Girls, segði umboðið fyri plátufelagið við Gaffa.
Og tann nýggja stóra poppveitslan, sum Alphabeat stendur fyri, kann upplivast á Summar Festivalinum í august.




