Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Alsamt fleiri føroyingar velja at brúka Klaksvíkar Sjúkrahús

John William Joensen

Norðoyatunnilin hevur skorað undir sjúkrahúsið og styrkt um tess støðu í føroyska heilsuverkinum, tí tølini visa at vaksandi tal av føroyingum sum eru búsitandi uttan fyri Norðoyggjar í dag velja at brúka Klaksvíkar Sjúkrahús

Norðoyatunnilin hevur skorað undir sjúkrahúsið og styrkt um tess støðu í føroyska heilsuverkinum, tí tølini visa at vaksandi tal av føroyingum sum eru búsitandi uttan fyri Norðoyggjar í dag velja at brúka Klaksvíkar Sjúkrahús

Tað, ið er áhugavert í hjáløgdu talvu, er broytingin, sum kom eftir at Norðoyatunnilin lat upp.

Árið 2003 vísir eitt vanligt ár hjá sjúkrahúsinum áðrenn tunnilin lat upp. Tey bæði seinnu árini eru tvey vanlig ár eftir at tunnilin lat upp.

Seinnu árini er vorðið vanligt innan heilsuverk yvirhøvur, at talið av innleggingum minkar meðan “sama-dag-viðgerð” økist munandi. Somuleiðis økist eisini kanningarvirksemi (ambulatorium) og rannsóknir v.m.

Hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi vóru innleggingartølini eisini minkandi, men góðar ferðaumstøður til eitt stórt økið (Eysturoy) høvdu við sær, at tølini aftur komu á “vanliga” støði. Hetta sæst aftur í tí veruleika, at norðoyingar, sum frálíður, hava ein minni procentpart av innleggingum meðan restin av landinum eigur ein øktan part.

Talið av skurðviðgerðum kann ferðast millum 5-600 upp til 800 viðgerðum um árið. Við tað at sjúklingar altíð eru komnir til Klaksvíkar Sjúkrahús úr øllum landinum, kann roknast við at hesi tøl ikki broytast nakað serligt.

Hinvegin eru tað hagtølini í kanningarvirkseminum, ið broytast munandi. Nógv fleiri fólk hava nú stuttan veg til sjúkrahús. Rannsóknarstovan veitir tænastur í Gøtudali/Runavík, fólk koma beinleiðis á skaðastovu/røntgen og til viðtalur hjá ymiskum serlæknum og sertænastum á sjúkrahúsinum.

Meðan tað vóru fleiri, ið roknaðu við at Norðoyatunnilin kundi gerast ein trupulleiki fyri Klaksvíkar Sjúkrahús tí fólk fóra at ferðast beinleiðis til Havnar, so vísa hagtølini eina heilt aðra mynd.

Tað er næstan sum fyri meira enn 100 árum síðani tá sjúkrahúsið varð bygt í Klaksvík. Eysturoyingar vóru, sum kunnugt, við í átakinum, og heilt fram til tíðina tá stórar broytingar vórðu gjørdar í vegakervinum, varð sjúkrahúsið líka nógv eitt Eysturoyar Sjúkrahús sum eitt Klaksvíkar Sjúkrahús. Norðoyatunnilin hevur sostatt skorað undir sjúkrahúsið og styrkt um tess støðu í føroyska heilsuverkinum.

Tað er eisini merkisvert at hóast politiska skipanin seinastu 15 árini lítlar og ongar íløgur hevur gjørt í Klaksvíkar Sjúkrahús hava fylgjandi kanningar víst at tað er just Klaksvíkar Sjúkrahús sum stendur seg best í nøgdsemi millum sjúklingar.

Nú eigur Klaksvíkar Sjúkrahús tørn

Meðan ABC samgongan sæt við valdi vóru ítøkiligar ætlanir at byggja nýtt sjúkrahús í Klaksvík, tí nýtt sjúkrahús varð bygt í Suðuroynni í 90 unum og í 2006 var nýbygningurin hjá Landssjúkrahúsinum liðugur. Men táverandi landsstýrismaður valdi at steðga hesum ætlanunum við tí grundgeving at Marknagilsdepilin skuldi byggjast fyrst, men hóast Marknagilsdepilin nú er farina av bakkastokki frættist einki frá núverandi landsstýrismanni um hvørjar ætlanir hann hevur við Klaksvíkar Sjúkrahúsið. Ístaðin hevur landsstýrið boða frá nýíløgum í Landssjúkrahúsið í 100 mió. klassanum, men ikki tykist sum um ovasta leiðslan í Heilsuverkinum sær út um Molan.

Í dag eru næstan 2000 innleggingar um árið á Klaksvíkar Sjúkrahúsið, uml. 700 skurðviðgerir, 6.000 røntkenkanningar, 200.000 rannsóknir á rannsóknarstovuni, 20.000 fysiurgiskar viðgerir og næstan 7.000 viðgerir á skaðastovuni.

At politiska skipanin ikki er eins góð við Klaksvíkar Sjúkrahús sum sjúklingarnir sæst aftur í lønarútreiðslunum til tey trý sjukrahúsini. Síðan ár 2000 er lønarvøksturin á Landsjúkrahúsinum 71% og er í dag 311 mió. Kr. , á Suðuroyar Sjúkrahúsið 61% og er í dag 54 mió. Kr. og á Klaksvíkar Sjúkrahúsið einans 57% og er kr. 67 mió.

Hagtøl – Klaksvíkar Sjúkrahús
2003 2009 2011
Innleggingar 1.523 1.684 1.699
herav úr;
Norðoyggjum 76% 68% 61%
Restini av Føroyum 24% 32% 39%
Skurðviðgerðir 719 770 578
Røntgenkanningar 2.524 5.339 5.406
Rannsóknir 68.034 122.531 152.198
Fysiurgisk viðgerð 21.783 22.489 19.579
Skaðastova, ambulatorium,
og eftirviðgerðir 3.293 5.113 6.066