Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Alt á eina fjøl

Norðlýsið

Hóast royndar uppboðssøla av veiðirættindum ikki er partur av samgonguskjalinum, so er hetta ikki einans vorið eitt samgongumál, men ein týðandi kabinett spurningur. Mikudagin verður triðja viðgerð av uppskotinum hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum og sum støðan er í løtuni fer løgtingið at fella uppskotið.

Hóast royndar uppboðssøla av veiðirættindum ikki er partur av samgonguskjalinum, so er hetta ikki einans vorið eitt samgongumál, men ein týðandi kabinett spurningur. Mikudagin verður triðja viðgerð av uppskotinum hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum og sum støðan er í løtuni fer løgtingið at fella uppskotið.

Tað sum samgongan hevur bundið seg til er: ….. Ein grundleggjandi nýskipan av fiskivinnuni verður millum høvuðsmálini hjá samgonguni. Ein breitt samansettur arbeiðsbólkur við fakligum førleikum og vinnuligum royndum verður alt fyri eitt settur at gera tilmæli til politisku skipanina um nýskipan í fiskivinnuni frá 1. januar 2018. Meginreglan er, at vinnan skal virka eftir marknaðartreytum…..

Kristin Michelsen hevur fleiri ferðir víst á at semja er ikki í samgonguni um at seta uppboðssølu í verk og tí er hon heldur ikki nevnd í júst samtyktu fíggjarkørmunum.

Heldur ikki fekst semja um uppboðssøluna í samgonguni, tá fíggjarlógin skuldi samtykkjast og tí varð tilfeingisgjald lagt á svartkjaftin ístaðin fyri tær inntøkurnar, sum skuldu koma umvegis uppboðssøluna.

Alt fyri einki

Baði búskaparfrøðingar og tey sum ynskja uppboðssølu av fiskirættindum hava víst á at ætlaða uppboðsølan, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum vil hava løgtingið at samtykja, er nyttulig til lítið.

Lógin er soleiðis sett saman at einans verandi aktørar í Barentshavinum hava møguleika at bjóða.

Undir aðru viðger gjørdi Kristin Michelsen, greitt at um løgmaður ikki heitti á landsstýrismannin at taka uppskotið aftur og bíðja til nýskipannarnevndin varð liðug við arbeiði, so fór hann ikki at trýsta á ja-knøttin til triðju viðgerð.

Bill Justinussen, sum undir aðru viðgerð bjóðaði samgonguni at taka upp samráðingar við Miðflokkin um samstarv, atkvøddi eins og Kristian Michelsen, saman við samgonguni. Men hann legði dent á at tað gav onga meining um bert verandi aktørar sluppu at bjóða á royndaruppboðsøluni og tí er ikki vantandi at hann fer at atkvøða fyri uppskotinum, verða ikki grundleggjandi broytingar framdar uppskotinum.

Sostatt er støðan í løtuni at uppskotið verður felt av løgtinginum, og tá málið er gjørt til eitt samgongumál stendur um lív hjá samgonguni.

Málið er nú so politiskt at nú er bara spurningurin hvør vil missa andlit.

Javnaðarflokkurin hevur tingbólkafund í morgin.