Óførur røringur er komin í, nú politikarar uttanfyri høvuðsstaðarøkið hava lagt fram uppskot um at kanna møguleikar fyri at flyta partar av umsitingini úr høvuðsstaðnum.
Tað kann væl vera, at orsøkin til at uppskot frá politikarum júst koma nú, um at javna skattainntøkur og inntøkur frá landsins umsiting eitt sindur meira kring um í landinum, er at valstríðið er við at byrja, men hinvegin kann valla vísast aftur, at her er nakað, sum haltar í samfelagnum.
Byrjanin var helst flytingin av Strandferðsluni til Suðuroyar. Støða skal ikki takast til her, um rætt var atborðið ímóti starvsfólkunum á Strandferðsluni í Havn.
Tað er nú ikki so langt síðani at vit í Norðoyggjum fullkomuliga lógu í hondunum á Strandferðsluni, tá ið um infrakervið ráddi og tað støðuna vilja vit ikki aftur til av góðum grundum.
Umframt at ein ferja sjálvandi ikki er kappingarfør við ein undirsjóvartunnil, so liggur eisini enn klárt í minninum, hvussu vánaliga varð stýrt á Strandferðsluni, ja, so vánaliga, at ikki eingang dagarnar uppundir tá Norðoyatunnilin lat upp, dugdu teir at fáa ferðsluna um ferjurnar at ganga nøktandi.
Klagað var eisini mangan um, at vóru trupuleikar um Leirvíksfjørð aftaná kl. 16, ja, so var ongin ábyrgdarmaður at fáa fatur á. Øll ábyrgdin var tá løgd á skiparan, sum skuldi standa á brúnni og taka ímóti telefonstormi alt ímeðan hann skuldi ansa veðri og vindi.
Tað er ivaleyst, at við tíðini fara suðuroyingar at megna at reka strandferðsluna minst líka so væl sum ein skrivstova í Havn, nú størsta skipið í samferðsluni júst siglir til Suðuroyar. Fyri Másan og Sam man tað fara at gera lítlan mun um Strandferðsluhøvuðsskrivstovan liggur í Tórshavn ella á Tvøroyri.
Sjálvandi skulu vit í Føroyum hava ein sterkan høvuðsstað. Men vit mugu hinvegin ansa okkum, at vit ikki gerast ein býarstatur, har allir føroyingar búgva í Suðurstreym ella har á leið, tí tað er valla tað besta fyri samfelagið og neyvan tað allir føroyingar vilja.
Um tað er rætt, sum sagt verður, at helmingurin av føroyska ungdóminum helst vil búgva í Havn, so eiga vit at taka tað sum eina ávaring um, at vit hava verið ov ódugnarlig at nøkta tørvin hjá ungdóminum kring um í landinum, tí tann dag 100% av føroyska ungdóminum ynskir at búgva í Havn eru vit helst komin í eina støðu vit ikki ynskja okkum.
Sum er, so er ójavnin stórur á høvuðsstaðnum og øðrum plássum í Føroyum, bæði hvat inntøku og livihátti ræður. Tá tað er komið hartil, at Tórshavnar Kommuna fær so nógvan pening inn í skatti, at hon kann keypa eitt tómt pakkhús í Havn fyri 12 milj. krónur og annars vera sjálvfíggjandi ímeðan flestu aðrar kommunur hava trupult við at nøkta tørvin á bleytu økjunum í samfelagnum, tá er tíð at hyggja uppa býtið av ágóðunum.
Tað er rætt at byggja alt landið upp við góðum infrastrukturi og góðum møguleikum fyri fjølbroyttum samfeløgum kring um í landinum, og tað krevur at ikki allur blokkstuðulin og landsskatturin endar í Havn.




