Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Alt liðið hjá Víkingi verið á landsliðnum seinasta árið

Jákup Ósá

Víkingur hevur verið óvanliga væl umboðað á føroyska A-landsliðnum seinasta árið. So væl, at allir leikararnir í uppstillingini, sum eru tøkir til A-landsliðið, eru tiknir út. 

Til komandi dyst móti Norðurírlandi og Finnlandi eru hesir úttiknir: Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen, Sølvi Vatnhamar og Finnur Justinussen. Bárður Hansen og Andreas Lava Olsen eru ikki tøkir til hendan dystin.

Seinasta árið hava eisini allir hinir føroyingarnir á liðnum hjá Víkingi verið á føroyska landsliðnum:

Móti Grikkalandi í juni: Bárður Hansen og Andreas Lava Olsen umframt aðrar.

Móti Ungarn og Norðurírlandi í oktober 2014: Hans Jørgen Djurhuus umframt aðrar.

Sostatt eru Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen, Hans Jørgen Djurhuus, Sølvi Vatnhamar, Finnur Justinussen og Andreas Lava Olsen – tilsamans 8 leikarar – úttiknir á føroyska A-landsliðið seinasta árið. Súni Olsen er givin á landsliðnum, meðan Geza Turi og Filip Djordjevic eru útlendingar og hava ikki loyvið at umboða føroyska A-landsliðið.

Tískil eru allir leikararnir av teimum fyrstu 11 hjá Víkingi, sum ikki eru givnir ella ikki hava loyvið at spæla, úttiknir á føroyska A-landsliðið seinasta árið.

Úttiknir seinasta árið: (8)

Høgri bakkur: Bárður Hansen

Miðverji: Atli Gregersen

Miðverji: Erling Jacobsen

Vinstri bakkur: Hanus Jacobsen

Sentralur miðvøllur: Hans Jørgen Djurhuus

Sentralur miðvøllur/Høgri kantur: Sølvi Vatnhamar

Álopsleikari: Andreas Lava Olsen

Álopsleikari: Finnur Justinussen

Givin á landsliðnum: (1)

Sentralir miðvøllur: Súni Olsen

Útlendingar: (2)

Málverji: Geza Turi

Høgri/vinstri vongur: Filip Djordjevic