Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Alternativið til ABC – er E

John William Joensen

Týdningur, ávirkan og framtíðin

Tá tú sum veljari til hetta fólkatingsvalið setur tín kross, er umráðandi, at tú ger tær greitt, hvat tú vilt vísa við hesum krossi, og hvørja ávirkan tín krossur kemur at hava í framtíðini.
 – Vilt tú vísa, at tú heldur tað vera í lagi, at føroyskir politikarar – uttan at seta krøv – lata sín stuðul til danska Javnaðarflokkin, danska Vinstraflokkin og danska Konservativa flokkin, uttan sjálvir at fáa stórvegis politiska ávirkan og uttan at vera tiknir við upp á ráð, tá týðandi avgerðir skulu takast, er bert at atkvøða ABC. Hesir flokkar, sum hava verið umboðaðir á fólkatingi líka síðani, henda skipan varð sett í verk, men sum ikki hava megnað at gjørt vart við týðandi føroysk áhugamál og politiskt ikki hava rokkið nøkrum málum, sum styrkir um støðu okkara sum sjálvstøðug tjóð.
– Hinvegin ­– vilt tú sum føroyskur veljari tryggja tær, at søk føroyinga verður talað á fólkatingi, er Tjóðveldisflokkurin einasti flokkur, sum virkin fer inn og arbeiðir við  upplýsing, kunning, ráðstevnum, bókaútgávum, kanningum av viðurskiftum, sum hava týdning fyri Føroyar o.s.fr. Eisini verður arbeitt í “korridorunum” við at ávirka danskar politikkarar at virka fyri føroyskum áhugamálum. Við at gera føroysk áhugamál sjónlig á fólkatingi, hevur Tjóðveldisflokkurin økt um vitanina um Føroyar og føroysk viðurskifti bæði hjá donskum politikarum og danska almenninginum. Á henda hátt verður slóðað fyri føroyskum fullveldi, og tú sum veljari fært fulla ávirkan fyri atkvøðu tína við at velja E.
– Tjóðveldisflokkurin vil samstarva, har hann fær ávirkan og mest burturúr. Tað merkir í veruleikanum, at Tjóðveldisflokkurin fer virkin inn og slóðar fyri føroyskum fullveldi á fólkatingi og eisini fer at seta krøv, um hann kemur at fáa ávirkan eftir fólka­tings­valið. Hetta merkir ikki at vit leggja okkum út í innanhýsis donsk viðurskifti, eins og vit ikki vilja hava danir at leggja seg út í innanhýsis føroysk viðurskifti. Men hetta merkir at vit seta krøv, so tú sum veljari fær beinleiðis ávirka á tína egnu framtíð. Hesi krøv eru:

– Føroyar fáa fulla tjóðskaparliga viðurkenning
– Danir vátta mótvegis ST, at Føroyar eru ein serstøk tjóð
– Danir skulu ikki draga okkum inn í ES ímóti okkara vilja
– Føroyar skulu hava formligan rætt til oljuna í undirgrundini
– So niðurstøðan er greið: Einasta alternativið til ABC – er
Heidi Petersen, løgtingskvinna