Skulu vit fáa ein livandi og vaksandi bý, er av alstórum týdningi, at
ymiskt tilboð eru til allar bólkar, – eisini bústaðartilboð.
Møguleikin hjá ungum og støkum at seta egið búgv er lítil í Klaksvík.
Nógv fara uttanlands at lesa sum ung og koma ikki aftur. Ein av
orsøkunum til hetta er manglandi bústaður.
Tá ein júst hevur verið undir útbúgving í fleiri ár, hevur fáur ráð at
keypa ella byggja egin hús, serliga nú húsaprísirnir hava toppað.
Hetta førir eisini við sær, at prísurin, fyri leigu av húsum og
íbúðum, hevur verið sera høgur.
Tey flestu, vilja hava sítt egna, tá tey koma
heimaftur, ístaðin fyri at flyta innaftur hjá foreldrunum.
Tað sigst tó at vera mentan í Føroyum, at búgva leingi heima hjá
foreldrunum, men flest øll ung hava ein dreym um, at seta føtur undir
egið borð.
Um ein skal keypa ella byggja sær hús í Klaksvík í hesum tíðum, er
neyðugt við tveimum stórum inntøkum. Við tí vanligu inntøkuni hava ung
eins og einligir forsyrgjarir so at siga ongan møguleika at ogna sær
eini hús. Og er hettar ein av forðingunum til at kommunan kann vaksa.
Kommunan má fara at hugsa annaðleiðs. Ikki er neyðugt hjá øllum við
einum stórum grundøki á 600 m². Smærri útstykkingar áttu at verið
gjørdar, soleiðis at ung og onnur, ið ikki hava tørv ella møguleika
fyri at byggja eini stór hús, eisini kunnu fáa sítt egna.
Javnaðarflokkurin vil arbeiða fyri eini alternativari, men eisini
umhvørvisvinarligari bygging, – hetta verði seg smærri grundøki,
raðhús ella samanbygd hús.
Við hesum fáa fleiri ung og støk møguleika at seta føtur undir egið
búgv, eins og vælútbúgvin ung fólk kunnu venda heimaftur til
Klaksvíkar at búsetast eftir lokna útbúgving.
Set tí X við Javnaðarflokkin týsdagin!
Sigrid Mikkelsen




