Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Alternativt uppskot: Rullandi skipan við tilfeingisskatti

Føroya Fiskimannafelag

Mortan G. Berjastein, nevndarlimur í Føroya Fiskimannafelag, hevur saman við Sólfinni Hansen gjørt eitt alternativt uppskot til fiskivinnunýskipan. Loyvini skulu ikki sigast upp, men kvoturnar ásetast av nýggjum, og tilfeingisskattur skal vera á allari veiðu og virðisøking

Mortan G. Berjastein, nevndarlimur í Føroya Fiskimannafelag, hevur saman við Sólfinni Hansen gjørt eitt alternativt uppskot til fiskivinnunýskipan. Loyvini skulu ikki sigast upp, men kvoturnar ásetast av nýggjum, og tilfeingisskattur skal vera á allari veiðu og virðisøking

Ógreiðar útmeldingar og ruðuleiki eyðkennir almenna orðaskiftið og tað, sum politiska skipanin borðreiðir við í sambandi við, at vit skulu hava eina nýggja fiskivinnuskipan á nýggjárinum. Men okkara nýggja uppskot er so sera einfalt, at hvørt smábarn skilur tað, og afturat er tað bæði meira rættvíst og tryggjar stabilitet í vinnuni.

Tað sigur Mortan G. Berjastein, sum saman við Sólfinni Hansen á Kambsdali hevur gjørt eitt alternativt uppskot til nýskipanaruppskotið, sum samgongan júst hevur sent til hoyringar.

Alternativa uppskotið byggir á eina rullandi skipan – eina grandfathering-skipan – har verandi loyvi kunnu halda fram, men sjálvar kvoturnar verða uppsagdar og ásettar av nýggjum. Nýggj loyvi skulu seljast á uppboðssølu, og allur veiddur fiskur skal seljast um uppboðssølu.

Í staðin fyri tilfeingisgjøld verður í alternativa uppskotinum mælt til, at ein tilfeingisskattur verður ásettur á til dømis 10 prosent av søluvirðinum, tá landað verður, síðani aftur á virðisøktu vøruna og at enda eisini á lidnu vøruna, tá hon verður seld.

Skipanin er sera einføld og rúmast á átta PowerPoint framløgumyndum, ið kunnu takast niður sum pdf