Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Altíð lættari at flyta fokus

Gunvá við Keldu

Sjálvandi eiga framleiðsluøkini og tær havnir har fiskivinnan er at fáa ágóðan av avskipingargjøldunum, tá ið útflutt verður. At eg, enn einaferð, føri hetta fram, kann ikki koma óvart á formannin í Vinnunevnd Tórshavnar Býráðs

Sjálvandi eiga framleiðsluøkini og tær havnir har fiskivinnan er at fáa ágóðan av avskipingargjøldunum, tá ið útflutt verður. At eg, enn einaferð, føri hetta fram, kann ikki koma óvart á formannin í Vinnunevnd Tórshavnar Býráðs

Takkað verið fiskivinnuni, hava vit í dag eitt vælferðarsamfelag. Fiskivinnan hevur alla undanfarnu øld, heilt til dagin í dag, verið álitið. Vit hava átt og eiga framsøkin vinnulívsfólk, sum við dirvi og áræði hava skapt grundarlagið undir samfelagnum.

Havi áður verið inni á muninum og samstarvinum millum privata vinnulívið, sum gevur grundarlagið undir samfelagnum og almennu kørmunum, sum kommunurnar skapa. Hesi hanga neyvt saman bæði fíggjarliga og búskaparliga.

Fyrr var tað so, at vinnan og reiðarar sjálvir bygdu atløgubryggjurnar, so hvørt sum støddin av skipum kravdi hetta, og so hvørt sum fjarleiðirnar alt meiri gjørdust ein veruleiki. Sum árini eru liðin, hava vit sæð alt fleiri almenn gjøld og skattir verða lagt á bæði borgarar og vinnuna. Hetta hevur havt við sær, at land og kommunur enn meiri hava verið noydd at byggja havnir, so at størru skipini kundu leggja at fyri at upp- og avskipað fiskin.

Havnaútbyggingar
Eftir kreppuna í 90’unum avtók Føroya Løgting landskassastuðulin sum viðførdi, at kommunurnar einsamallar máttu gjalda allar havnaútbyggingar. Hetta gjørdi, at kommunurnar enn meiri høvdu tørv á teimum inntøkum tær kundu fáa, fyri at megna at fáa havnaútbyggingar at hanga saman fíggjarliga.

Klaksvíkar Kommuna fær í dag havna- og uppskipingargjald av tí, sum fer um bryggjukantin, men týdningarmikið er eisini at fáa part av tí sum fiskaframleiðslan gevur, tað sum verður virkað á staðum og avskipað hiðani. Hetta er eitt mál sum fleiri ferðir hevur verið uppi at venda landspolitiskt, eins og í kommunalum høpi. Enn er onki komið burturúr.

Í dag fara so gott sum øll avskipingargjøld av allari framleiðslu í landinum í ein kassa, Tórshavnar Havn. Júst hetta er tað, eg haldi er ein skeiv skipan og orsøk fyri, at eg enn einaferð geri vart við hetta. Tað er millum annað hesin peningur, sum kemur frá øllum økjum í landinum, sum Tórshavnar Havn nú ger millionaíløgur við. Tí fari eg enn einaferð at heita á okkara landspolitikarar at taka hetta mál upp í álvara, hetta mál, sum má undra mangan føroying.

Tilfeingisgjald
Tá ið Sjúrður Olsen í grein síni nevnir, at eitt nú Klaksvík er farin við landsins tilfeingi, har Tórshavn onki hevur fingið, er hetta at skeikla málið fullkomiliga.

At Klaksvík og onnur øki hava virkið vinnulív innan fiskivinnuna, er sanniliga ikki nakað vit hava fingið. Hetta er skapt við hørðum arbeiði, ígjøgnum mong ár í upp- og niðurgangstíðum, stórum innsatsi og váðafúsum íløgum, sum til tíðir hava svikið, men nú tíbetur eru til gagns fyri bæði land og fólk.

Vit síggja í dag, at tilfeingisgjaldið, sum høvuðsvinnan er áløgd at gjalda, verður tikið inn í landskassan frá økjunum og kemur hesin ágóði í ógvuliga lítlan mun aftur út til tey øki, sum hava skapt framburðin.

Fari at lata upp til Sjúrð Olsen at tosa um runublaking, men ynski tó at vísa á, við “at flyta fokus” og tosa um dýrtkeyptu íløgurnar í fískivinnuna, sum nøkur ávís pláss hava notið gott av, tí tey vildu, og tí tey bardust fyri tí, verður so hansara sak.

Sjálvandi eiga økini, har framleiðslan er og fiskivinnan brúkar havnirnar, at fáa lut í avskipingargjøldunum, eins og vit í dag fáa ágóðan av innskipingargjøldunum.

Gunvá við Keldu
Býráðslimur
Klaksvíkar Býráð

Harleyfacadeacryl