Diabetesdagurin verður í ár hildin í Sándavági, har nógv verður gjørt burturúr. Okkum er sent soljóðandi tíðindaskriv
ALMENNUR DIABETESFUNDUR
Í
SANDAVÁGI
Hin 14. november er altjóða diabetesdagur, og hesin dagur verður hildin um allan heim og tí eisini her heima hjá okkum. Hetta er vikuskiftið, tá ið nógvir stórir, kendir bygningar verða lýstir upp í bláum ljósi, – í serliga bláa litinum, sum ST brúkar, og serliga merkið er ein bláur ringur, sum skal vísa, at øll standa saman um at basa hesi álvarsomu sjúku, eisini ST og WHO, alheimsheilsufelags¬skapurin. Lesið meira á www.worlddiabetesday.org
Í Føroyum verður altjóða diabetesdagurin í ár hildin í Sandavági, har Sandavágs kirkja verður upp¬lýst í bláum liti frá fríggjadegi 13. november til mánadag 16. november.
Leygardagin kl 15.30 verður almennur fundir í SÍF-húsdinum, har ymisk faklig evni verða umrødd.
Jens Andreassen, diabeteslækni: Staðfesting av diabetes typa-2
May Britt Jacobsen, diabetesjúkrasystir: Viðgerð av diabetes typa-2
Hans Petur Nielsen, hjarta-yvirlækni: Diabetes og hjartasjúkur
Pál Weihe, yvirlækni og granskari: Diabetes typa-2, gransking í Føroyum
“Life for a child” tiltakið
Fundurin er ókeypis, men burturluting verður í kaffisteðginum. Allur peningurin, sum kemur inn við lutaseðlasøluni fer óskerdur til altjóða barna tiltakið “Life for a child”, sum roynir at útvega insulin til tey børn í heiminum, sum hava diabetes, og hvørs foreldur als ikki hava ráð til henda heilivág. Í dag eru eini 75.000 børn, sum liva undir hesum umstøðum og tíverri veksur hesin bólkur, tí gloppið millum tey ríku og tey fátøku í heiminum gerst størri fyri hvønn dag. Lesið meira um altjóða barnatiltakið á www.lifeforachild.org
Fundurin er almennur og tað er okkara vón, at fólk møta fjølment at hoyra um diabetes, sum í dag –eisini í Føroyum – er ein nógv vaksandi sjúka.
Møguleiki er á fundinum at tekna seg sum nýggjan lim í diabetesfelagnum.
Diabetesfelag Føroya
Kristiana Rein
formaður




