Heimsins størsta fiskivinnustevna lat upp í Barcelona í morgun. Fleiri enn 2.000 framsýnarar úr 89 londum luttaka, herundir fleiri føroyskar fyritøkur
Sjógætisvinnan er á breddanum í Barcelona næstu tveir dagarnir. Hetta er fyrstuferð at stevnan nevnd – Global Seafood Expo – verður hildin í Barcelona. Undanfarin ár hevur hon verið hildin í Bruxelles. Her møtast keyparar og seljarar innan fiski- og alivinnu úr øllum heiminum.
Harumframt eru eisini hópin av framleiðslufyritøkum umboðar við teirra maskinum, flakalinjum og líknandi. Flutningsfeløg eru eisini á stevnuni.
Føroysku fyritøkurnar eru savnaðar á einum stórum bási. JFK og North Pelagic úr Klaksvík luttaka. Vit vóru framvið og fingu nakrar myndir.













