Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Altjóða gjøgnumbrot, smittar av á KSS

Oliver Joensen

Ibercisaspanskur samstarvsfelagið hjá KSS, skal veita dekksútgerð til nýggjan trolara, sum stóra amerikanska reiðaríið Fishermen Finest Inc. í Seattle letur byggja.

Nýggi trolarineitt ST-116XL snið hjá SkipstekniskA/S, verður 80 metrar langurog er ein nútímans frysti trolariið skal latast eigaru num í 2016.Trolarin er tann fyrsti á amerikanska marknaðinum, sum lýkur nýggjastu og strangastu krøvini til útlát og orkusparing. Fishermen Finest Inc.hevur raðfest at byggja eit torkuvinarligt fiskifar, sum hevur útvalt Ibercisael-spøl á dekkiEnntá politiski mynduleikin í  Amerika fegnast um slík frambrot innan fiskivinnunaum at minkaum CO2 útlátið.

Á KSS er somuleiðs fagnaður,tí sum umboð fyri Ibercisa í flestu norðanlondumumframt Stóra Bretland og Írlandkann júst hendan avtalan fáa sera positivar avleiðingar fyri KSSElektriskar spælskiparnir til fiskiflotan tykist verða tað náttúrliga valið hjátrolarum og nótabátum.Tað er ikki uttan orsøk, at elektrisku spælskipaninar verðavaldartí Ibercisael-spøl eru sett í meira enn 120 trolarar, ið fiska á øllum heimsins høvum.

Stóri eftirspurningurin eftir elektrisku spælskipanunum frá Ibercisa kemur m.a. av teimum

eyðsýndu fyrimununum við nýtsluni av nútímans el-spølum umborðumframt teimum stóru fíggjarligu fyrimuninum.

Elektrisk spøl krevja minni generatororku umborð,tí framleidda orka verður munandi betri gagnnýtttað vil við øðrum orðum siga, at raksturin gerst bíligari og útlátið minni. Við tað at ongi hydraulikrør skulu leggjast til spøliniverður ongin oljudálking á dekkinum, sum kunnu standast av lekum ella brekum. Á dekkinum verða arbeiðsumstøðurnar eisini rúmligar i og larmurin frá spølunum er næstan eingin. Av somu orsøk gerst tað liviligari umborðKostnaðurin at seta el-spøl umborð er eisini munandi lægri enn hjá øðrum oljudrivnum spølum, og harafturat er við líkahaldskostnaðurin væl lægri.

Elektrisk spøler uttan iva eitt av størstu frambrotum í fiskivinnuni seinnu áriniið talan er um effektivitet og nýtsluhátt. Við slíkari avtalu á amerikanska marknaðinum bendir alt á, at Ibercisa hevur rætta samstarvsfelagan í Norðurevropa. KSS hevur prógva kappingarførití eftir stuttari tíð sum umboð, skal KSS veita og servicera elektrisk spøl til tveir trolarar, sum eru í ger uttanlanda.

Avtalan við Fishermen’s Finest Inc. kom í lag á messu í Seattle í farnuviku, har KSS og Ibercisa

luttóku á samabási.Talan var um messuna Pacific Marine Expo 2014. Hetta er ein sera týðandi messa fyri amerikanska fiskiflotan, sum stendur fyri stórum avbjóðingum komandi tíðinaAmerikanski trolaraflotin, sum er á leið eins gamal og føroyski, er í tilgongd at verða endurnýggjaður og amerikanarar leita eftir nýggjum og orkusparandi hættum at reka fiskivinnu áEin liður í hesum er, at útvega sær elektrisk spøl frá Ibercisa, sum KSS  er umboð fyri í flestu norðanlondumumframt  StóraBretland og Írland.