Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Altjóða Kvinnubønardagur

Helgi Abrahamsen

Fríggjadagin 3. mars verður altjóða kvinnubønardagur. Í Føroyum verður dagurin millum annað hildin í Christianskirkjuni í Klaksvík klokkan 20. Allar kvinnur eru vælkomnar.

Í ár eru tað kvinnur frá Filipsoyggjunum, sum hava lagt dagin til rættis.

Evnið er “Havi eg gjørt tær órætt?” Evnið er tikið út frá tekstinum Matteus kap. 20, vers 1-16.

Innsavningin í ár hevur kvinnur og børn í fokus – og hjálpin fer til Armenia og Russlands.

Hjartaliga vælkomnar til at verða við í einum heimsumfatandi felagsskapi, hildin her heima hjá okkum.