Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Altjóða Kvinnubønardagurin í Klaksvík

(Hannefía Joensen)

Fríggjadagin 7. mars kl. 19.30 í Emmaus

Hesin bønardagur verður hildin runt allan heim fyrsta fríggjadag í mars og um sama evni.

Í ár hava kvinnur úr Guyana valt evnið og lagt skránna tilrættis. Guyana er lítið land norðast í Suðuramerika.

Bønardagurin verður hildin í 170 londum runt um í heiminum. Í Føroyum verður tiltakið í Klaksvík, Vági og Tórshavn.
Evnið eitur "Vísdómur Guds skapar nýggjan kunnleika".
Vit hoyra um Job og vinir hansara. Eingin skilur, hví Gud letur Sátan royna henda trúfasta mann.

Heldur ikki kona hansara fatar tað. Hon sigur ein dagin við hann: "Bið ilt fyri Gudi,-og doyggj!"

Job man hava kent stórt einsemi í hesi neyð síni.

Evnið nertir eisini við, hvussu flóttafólk ídag kenna seg einsamøll, tá tey eru í fremmandum landi, har tey hvørki skilja mál ella mentan. Sera torfør støða. Hví er tað so…?

ella kvinnur, sum eru trúfastar og góðar við menn sínar, men sum kortini eru smittaðar við HIV/AIDS
ella í vanda fyri at blíva tað. Hví er tað so…?

ella fátæku familjurnar í fjarskotnum umráðum í Guyana, sum ikki eru førar fyri at útvega sær dagligt breyð. Páparnir fara til býirnar at leita sær arbeiði, men verða útnyttaðir, so eingir pengar verða eftir at senda heim. Hví er tað so…?

So órógvar vísdómurin orðaskiftið. Vit hoyra úr sálma 111: "At óttast Harran er byrjanin til vísdóm…"

Talan verður út frá Luk kap. 10, 38-42 um Martu og Mariu.
Talari verður Oddvør Jacobsen av Glyvrum.

Sangkreftir úr Klaksvík verða at hoyra.

Innsavnan verður til arbeiðir í Liberia, Grønlandi, Litavia, Ukraina og Malavi. Ífjør bleiv savnað inn til arbeiðir í fimm øðrum londum, og vit frætta frá úrslitum har. Gávurnar komu væl við, tað er vist.

Hesar kvinnur hava lagt bønardagin tilrættis í Klaksvík: Jabjørt Thomsen, Gerda Arge Absalonsen, Simona Purkhús , Alma Bjartalíð, Jónfríða Justesen og Doris Heinesen.

Allar kvinnur eru vælkomnar í nýggju hølini í ‘Emmaus’ fríggjakvøldið 7/3-08 kl 19.30.