Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Altjóða sjórænara-talu dagur

John D. Olsen

Nú kanst tú endiliga sleppa tunguni leysari – hesum ótemjandi og óstýriliga lutinum. Í morgin er tað nevniliga altjóða sjórænara-talu dagur!

Alt byrjaði við einum bólki av dreingjum, sum brúktu sera stór orð, tá teir spældu squash. Í dag hava teir fingið fólk runt um allan heimin at tosa sum sjórænarar. Teir tríggir vinirnir, John Baur, Mark Summer og Brian Rhodes fóru í gongd við at spreiða hugskotið og varð heimurin skjótur at taka ímóti hesum hugskotinum. Sagt verður, at teir vælumtóktu filmarnir Pirates of the Caribbean, hava gjørt sítt til, at hugurin at tala sum sjórænarar hevur vunnið frama. Hetta skrivar Ritzau.

Um tú so hevur hug at sláa hart við tunguni í morgin, so er tað í øllum førum eingin umbering, at tað er ófólkaligt at gera slíkt.

Um tú manglar sjórænara vendingar, so kanst tú m.a. fáa inspiratión á netinum. Í Danmark er gjørd ein heimasíða til dagin. www.talsomenpirat.dk.