Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Álvarsligt ferðsluóhapp

Danial Viðoy

Um hálvgum tólvtíðina í gjárkvøldið hendi eitt álvarsligt ferðsluóhapp. Ein bilur við tveimum persónum í, ávegis út á Norðoyri, rendi í ein garð niðanfyri nýggja kirkjugarð. Annar persónurin varð syftur úr bilinum, sum gjørdist vrak.

Báðir persónarnir fingu skaða, men løgreglan veit ikki hvussu álvarsligir skaðarnir eru. Tann eini varð sendur á Landssjúkrahúsið umgangandi, meðani hin liggur á Klaksvíkar Sjúkrahúsið.

Talan var um ein bilførara og ein ferðandi (passager). Tað var tann ferðandi, ið varð syftur út í gjøgnum bilin av harða stoytinum.

Vakthavandi í Klaksvík sigur, at bilurin fór sera illa av stoytinum.

Sambært upplýsingum frá einum familjulimi hevur førarin brotið økslina, kroyst ið hvussu er annað lunga og skatt oyrað so mikið, at tað næstan er avdottið.

Læknarnir hava tak á støðuni.

Harleywoodpaint