Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Álvarsom hond má takast um ferðslutrygdina

Steinbjørn Jacobsen, býráðslimur

Steinbjørn O. Jacobsen formaður í Ferðslunevndini sigur, at hann hevði boða til eykafund í dag at viðgerða ymisk átrokandi mál í samband við ótryggleikan í ferðsluni á ymsum støðum í býðnum.

Hóast vit arbeiða við eini ferðslutrygdarætlan yvir Klaksvíkar Kommunu, er neyðugt at gera nøkur munandi átøk nú, fyri at bøta um trygdina, sigur Steinbjørn O. Jacobsen

Formaðurin sigur, at tað serliga er í samband við skúlabørnini at vit kenna okkum ótrygg, tó er trupulleikin eisini á øðrum vegastrekkjum í býðnum.

Vit samtyktu, at vit skulu gera nógv fleiri gonguteigar við góðum frámerkingum, so gonguteigarnir síggjast væl í økinum, bæði við ljósum, skeltum og strikum, hetta eigur samstundis at tálma ferðsluni og trygdarstøði gert hægri.

Tað hevur ómetaligan týdning, at øll kenna seg trygg í ferðsluni, tí mugu vit gera alt, sum gerast kann, fyri at liva upp til tað.

Vit koma at seta ljós upp og gera góðar gonguteigar millum skúlarnar, eisini perkeringslummar. Harafturat gera vit nýggjar gonguteigar millum Norðoya Sparikassa og Føroya Tele, har eisini nógv skúlabørn ganga til og frá býbussinum.

Hugt verður eftir fleiri vandamiklum vegastrekkjum

M.a. Undir Fossum er ferðslan økt munandi síðani ringvegurin kom, og fleiri bilførarar koyra har við ómenniskjaligari ferð, har fara vit eisini m.a. at gera fleiri gonguteigar, við vón um, at hetta fær hesar villu bilførarar at vera meiri ansnar og skilaleysa koyringin minkar munandi og ongantíð betur um hon helt heilt uppat, tað er í øllum førum okkara inniliga áheitan.

Eg kundi eisini nevnt onnur økir sum vit tóku støðu til, men tað koma vit at síggja, so hvørt hetta verður sett í verk , sigur Steinbjørn O. Jacobsebn at enda..

Í Ferðslunevndin eru Steinbjørn O. Jacobsen formaður, Gunnleyg K. Dánjalsson og Jógvan Páll Joensen umboðandi løgregluna. Mogens Petersen er skrivari í nevndini.