Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Álvarsom vanlukka umborð á heimsins størsta ferðamannaskipi

Helgi Abrahamsen

Ein av manningini doyði og fýra aðrir vórðu løstaðir – tveir teirra álvarsliga – í eini vanlukku umborð á Harmony of the Seas.

“Ein av manningini doyði og fýra aðrir vórðu løstaðir – tveir teirra álvarsliga – í eini vanlukku umborð á Harmony of the Seas, ið er heimsins størsta ferðamannaskip.” Tað skrivar heimasíðan antares.fo, sum hevur tíðindini frá BBC.

Vanlukkan hendi undir eini trygdarvenjing, tá ein bjargingarbátur við fimm monnum umborð datt á sjógv.

Ein 42-ára gamal filipinskur dekkari doyði, tá ein bjargingarbátur á fimta dekki sleit seg leysan. Hann datt 10 metrar niður á sjógv. Tveir aðrir av manningini eru fluttir á sjúkrahús við lívshóttandi løstum. Tveir aðrir fingu smærru løstir.

The Royal Caribbean Cruise, ið rekur Harmony of the Seas, hevur váttað vanlukkuna á Twitter. Tríggir av teimum løstaðu monnunum eru eisini filipinarar, meðan fjórði maðurin er indari. Vanlukkn hendi undir eini vitjan í Marseille.

Harmony of the Seas er heimsins størsta cruiseskip. Tað er 362 metrar langt og kann taka 6780 ferðafólk. Manningin telur 2100 menn og kvinnur úr 77 ymiskum londum.