Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Alvdis Kjølbro listaframsýning

Jóhann Lützen

Fríggjadagin 2. Nov. klokkan 14.00, letur Alvdis Kjølbro upp listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík.

Alvdis er fødd og uppvaksin í Kunoy. Seinastu 50 árini hevur hon búð í Danmark.

Alvdis hevur havt fleiri framsýningar í Danmark, men hetta er fyrstu ferð hon sýnir fram í Føroyum.

Málningarnir eru við olju og acryl á lørift, Henni dámar væl litir og sæst hetta aftur á hennara málningum. Íblásturin fær hon úr føroysku og donsku náttúruni, har myndevnini eru landslagið, mentanin og árstíðinar.

 

Framsýningin er opin soleiðis:

  • 2 november   kl.14 til 18
  • 3 novembur   kl. 10 til 18
  • 4 november   kl. 14 til 18
  • 5 november   kl. 10 til 18
  • 6 november   kl. 10 til 18