Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Alzheimerdagurin – peningur til Búðatrøð og Sambýlið á Heygum

Jonhard Larsen

Tá ið eg í ár fór undir stuðulsrenningina Torshavn – Klaksvík avtalaði eg við Alzheimerfelagið at eg skuldi sleppa at avgerða hvussu ein partur av peninginum skuldi brúkast.

Ígjár 21. september var altjóða Alzheimersdagur og eftir sum tað var hósdagur var andakt á Sambýlinum á Heygum, í tí sambandi valdi eg saman við Pól at handa Sambýlinum á Heygum og Búðatrøð hvør sín væluppiborna kekk, sum tey skulu brúka uppá búfólkini. Meibritt tók ímóti vegna Sambýli og Burna og Oda vegna Búðatrøð.

Tá ið eg í ár fór undir stuðulsrenningina Torshavn – Klaksvík avtalaði eg við Alzheimerfelagið at eg skuldi sleppa at avgerða hvussu ein partur av peninginum skuldi brúkast.
Mamma sum hevur Alzheimer hevur havt sera stóra gleði av Búðatrøð og í dag býr hon á Sambýlinum á Heygum, har hon trívist avbera væl.
Vónandi kann hesin peningur vera eitt íkast at fjálga um okkara dýrabara gull sum fyri okkum hevur slóða.

Harleyfacadeacryl