Pápin hevði Alzheimer og skipanin sveik. Í dag hevur May Bjerre sítt egna demensheim.
Alzheimerfelagið hevur aðalfund og fyrilestur í kvøld, mikudagin tann 27. apríl kl. 18.00. í Østrøm. Tað stóra stjørnuskotið innan demens í Danmark May Bjerre kemur og hevur fyrilestur.
Pápi May fekk Alzheimer. May sigur frá søguni, sum avvarðandi og hvat familjan fór ígjøgnum frá byrjan og til endan í hansara lívi. Tey føldu at skipanin sveik. May hevði ein dreym, “eitt veruligt heim fyri demensrakt, har hvør dagur er virðiligur og livandi”. Dreymurin gjørdis veruleiki og í dag stendur “Dagmarsminde” sum eitt tað besta demensheimið í Danmark.
Maria Skaalum Petersen, granskari, fer at greiða frá granskingarverkætlanini innan demens, sum hon er í holt við í Føroyum.
Tiltakið er ókeypis. Øll eru hjartaliga vælkomin.




