Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Amager VK tapti tepurt

Danial Viðoy

Flogbóltur: Hóast dysturin endaði 3-1 til Køge var tað talan um ein tættan flogbóltsdyst. Amager VK er nú úti av steypakappingini, men í landskappingini gongur betri. Tær føroysku kláraðu seg væl í kvøld.

Flogbóltur: Hóast dysturin endaði 3-1 til Køge var tað talan um ein tættan flogbóltsdyst. Amager VK er nú úti av steypakappingini, men í landskappingini gongur betri. Tær føroysku kláraðu seg væl í kvøld.

Eina Kalsø, Birgit Guttesen og Sofía Purkhús vóru partur av hópinum í kvøld. Elisabet Purkhús var ikki við, tí hon í løtuni er stødd í Føroyum. – Vit hava fyrr í kvøld skrivað at Elsa Sandberg Nielsen eisini er við Amager VK, men hon er farin í annað felag, orsakað av lestrinum.

Fyrsta sett var tætt. Liðini fylgdust mest sum allatíðina. Men í endanum av settinum misti AVK eitt sindur av hugsavnanini og tað vórðu tær revsaðar fyri. Tí Køge dróg frá og vann at enda fyrsta settið 20-25.

Í øðrum setti vísti AVK, at veruligur dugur er í teimum. Gott samskifti sínámillum og ein Sofía Purkhús í essinum. Hon átti flestar ”smashir” hetta settið. Endin var at AVK vann heili 25-17.

Men tað, sum riggaði hjá AVK í øðrum setti, vildi ikki ganga í triðja setti. Nógv meira er ikki at siga um triðja sett, sum Køge vann 11-25.

Fjórða og avgerandi setti var meira spennandi enn fyrsta sett. Køge legði betri fyri og fekk eina leiðslu. Men tær úr AVK vaknaðu og komu upp á síðuna á Køge. Tað vóru marginalar, ið avgjørdu seinasta sett, og tíanverri var tað ikki til fyrimuns fyri AVK. – Endaliga og síðsta settið endaði 22-25 til Køge.

Støðan gjørdist so statt 1-3 til útiliðið, Køge, sum dagliga spælir í bestu donsku deildini. Hóast Amager VK spælir í næstbestu donsku deildini, var ikki nógvur munur á liðunum báðum, fyri ikki at siga eingin. – Í landskappingini liggur Amager VK á fyrsta plássi eftir trý umfør, og er ímillum favorittarnar at flyta upp.