Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Amariel Norðoy, sjeyti ár, 9. oktobur.

Frits Johannesen

Halt um tíni penslabørn, kín teimum og lat tey dansa …

Halt um tíni penslabørn, 

kín teimum og lat tey dansa

ein fagnaðardans,

undir tínari hond, nú tú verður sjeyti.

Dansa ein vals, ein foxtrot ella reinlendara!

Ikki at forgloyma – ein føroyskan dans

um løriftið

í einum føstum stevi,

sum lyftir aldudrag,

boðabrot og bylgjukamb

í hasi og vasi,

í einum inn – og útsúgi,

upp í litríkum hjóma,

sum vit hóma,

tá ið brimið stendur í grasi.


Vallingar og lygnir brosa.

Kanska er slætt útiá,

og landbrimið lesur Faðir vár,

tá kemur motorbáturin

glintandi inn ímóti

lendingini millum bogar og sker

og tosar sítt aldargamla

frummál við flúr, fles og tanga.

Bygdarfólk standa og pranga,

skottast á bakka,

hella nakka og vanga,

síggja fólk koma og fara

og góðs og sekkir,

seyð og leysafæ

nema við mannahendur

umborð og í land,

um bygdastrendur og rendur.


Strokini fúka undan eini sjeyti

ára gamlari hond.

Hetta eru penslabørn Amariels,

sum dansa ein litríkan dans.


Hjartaliga til lukku

við pápa tykkara!!!


Frits